Dagbøtur fyri at bróta grein 266b

Dagbøtur fyri at bróta grein 266b
Talan er um tvey ymisk mál, og menninir eru dømdir at rinda 10 dagbøtur á 500 kr.
Føroya rættur hevur í dag dømt í tveimum málum um brot á grein 266b í revsilógini. (Savnsmynd)
 
12.02.2025 - 14:42

Tveir mans eru í Føroya rætti í dag dømdir sekir fyri at bróta grein 266b í revsilógini. 

Talan er um tvey ymisk mál.

Í øðrum førinum er ein maður dømdur at rinda 10 dagbøtur á 500 kr., tí hann í lesarabrævi á Vágaportalinum millum annað skrivaði, at samkynd hava ein "so sveran grad av sinnsjúku," at tað er heilt út av lagi at loyva slíkum at ansa eftir nøkrum barni. 

Í hinum førinum er ein maður eisini dømdur at rinda 10 dagbøtur á 500 kr., tí hann á sínum Facebook-vanga skrivaði niðrandi um ein samkyndan sjónvarpsvert. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375