Talgilda koyrikortið kann skjótt brúkast í Danmark

Talgilda koyrikortið kann skjótt brúkast í Danmark
Dennis Holm, landsstýrismaður, er sinnaður at arbeiða saman við donskum myndugleikum um at viðurkenna talgildu koyrikortini, so tey føroysku kunnu brúkast í Danmark
Hetta koyrikortið kann brúkast í Danmark. Ætlanin er, at talgilda kortið skjótt kann brúkast eisini.
 
13.02.2025 - 06:10

Dennis Holm, landsstýrismaður, er sinnaður at arbeiða saman við donskum myndugleikum um at viðurkenna talgildu koyrikortini, so tey føroysku kunnu brúkast í Danmark og tey donsku í Føroyum.

Hetta ber til longu nú við fysiska koyrikortinum.  

Danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, spurdi í Føroyum, um ikki bar til at viðurkenna talgilda koyrikortið.

Dennis Holm svaraði, at tað vilja føroyingar gjarna.

Royndin at finna eina loysn at viðurkenna talgilda føroyska koyrikortið í Danmark er longu byrjað.

Dennis Holm sigur, at vónandi ber eisini til at fáa sínámillum viðurkenning um talgild koyrikort í øllum Norðurlondum.

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið fer at kanna hetta.

Hesar upplýsingar eru í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762