Umboðsmaðurin viðger ikki klagu um próstasetan

Umboðsmaðurin viðger ikki klagu um próstasetan
Talan er um málið, har fimm prestar kærdu bisp fyri at seta Ova Brim í starv sum próstur
Ovi Brim tók við starvinum sum próstur 1. mars í fjør.
 
17.02.2025 - 13:24

Løgtingsins Umboðsmaður fer ikki at viðgera eina klagu um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av nýggjum prósti.

Talan er um málið, har fimm prestar kærdu bisp fyri at seta Ova Brim í starv sum próstur. 

Teirra fatan var, at lógin greitt tilskilar, at bispur skal innstilla tríggjar umsøkjarar til landsstýrisfólkið at taka støðu til.

Átta umsóknir vóru til próstastarvið, men setanarbólkurin setti Ova Brim uttan at hava fingið nakrar aðrar innstillingar.

 

Hanna Vang er Løgtingsins Umboðsmaður. 

 

Staðfesti avgerðina hjá bispi

Almanna- og mentamálaráðið staðfesti avgerðina hjá biskupi við teirri grundgeving, at fólkakirkjan ikki er partur av almennu fyrisitingini, men síðani fór málið víðari til Løgtingsins Umboðsmann.

Men Umboðsmaðurin sigur seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið. Og sambært grein 4 í umboðsmanslógini er virksemi umboðsmansins avmarkað organisatoriskt til at fevna um stovnar innan fyrisitingina undir heimastýrinum.

Støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina er sambært Umboðsmanninum ov ivasom og ikki nóg greitt ásett í lóggávuni, at Umboðsmaðurin metir seg kunna viðgera kæruna.

Ovi Brim tók við sum próstur 1. mars 2024.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400