Innflutningurin minkaði hálvaaðru milliard í fjør

Innflutningurin minkaði hálvaaðru milliard í fjør
Lækkingin í oljuprísinum sæst aftur í innflutningstølunum, og nógv færri akfør vóru eisini innflutt
Innflutningurin minkaði 13 prosent í fjør.
Mynd: Hagstovan  
 
19.02.2025 - 08:01

Innflutningurin í fjør var 13 prosent minni, enn hann var í 2023.

Innflutt var fyri 10,3 milliardir krónur í fjør.

Tað er hálvonnur milliard minni enn í 2023, skrivar Hagstovan.

 

Bíligari brennievni og færri akfør

Serliga lækkingin í oljuprísinum sæst aftur í tølunum.

Brennievni vóru innflutt fyri 226,5 mió.kr. minni í fjør enn í 2023.

Eisini eru færri akfør innflutt. Har er minkingin 112 milliónir, 18 prosent.

Nógv minni var innflutt úr ES og USA í fjør enn í 2023.

 

Innflyta mest úr Danmark

Men innflutningurin úr Evropa annars, tað er úr londum, sum ikki eru í ES, er vaksin. 

Vit innflyta mest úr Danmark. 

Nú er Noreg á øðrum plássi, tí oljan kemur haðani, og ikki sum fyrr úr Niðurlondum. 

 


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858