Viðmerkjari: Lyfti frá floksformanninum til Ingilín eru brotin

Viðmerkjari: Lyfti frá floksformanninum til Ingilín eru brotin
Ingi Samuelsen og Árni Gregersen gjørdu viðmerkingar til støðuna í Javnaðarflokkinum í Breddanum fyrrapartin
Árni Gregersen og Ingi Samuelsen, politiskir viðmerkjarar, vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.02.2025 - 13:01

Talan er um brotin lyfti frá floksformaninum í Javnaðarflokkinum, nú Ingilín Strøm ikki hevur fingið nakran av teimum "tungu" nevndarsessunum í løgtinginum.

Tað heldur Ingi Samuelsen, politiskur viðmerkjari, sum var í Breddanum fyrrapartin.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, segði í samrøðu við Norðlýsið fyrr í hesum mánaðinum, at Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinna, fór at fáa "nakrar sessir."

 

Ingilín D. Strøm og Aksel V. Johannesen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tí var roknað við, at hon eitt nú fór at fáa sæti í uttanlandsnevndini ella fíggjarnevndini, tá Javnaðarflokkurin í gjár umskipaði sínar nevndarsessir.

Men so var ikki. Ingilín D. Strøm heldur fram í rættarnevndini og verður varalimur hjá Bjarna Hammer í fíggjarnevndini. 

Árni Gregersen, sum eisini var í Breddanum,  sigur, at hann dugir ikki at síggja, hví eitt landsstýrisfólk, sum í hesum førinum hevur lagt frá sær, skal lønast fyri at fara aftur í tingið. Tí tað eru onnur í tingbólkinum, sum halda seg hava eins góðan rætt til nevndarsessirnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21012025_Ingi_og_Arni

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297