Føroya Banki í Grønlandi hevði eisini gott úrslit

Føroya Banki í Grønlandi hevði eisini gott úrslit
Úrslitið fór úr 38 milliónum fyri skatt í 2023 upp í 67 milliónir í fjør
Føroya Banki í Grønlandi eitur Bankivik.
 
27.02.2025 - 08:20

Eisini grønlendska deildin hjá Føroya banka, Bankivik, hevði eitt gott ár í fjør.

Úrslitið fór úr 38 milliónum fyri skatt í 2023 upp í 67 milliónir í fjør.

Føroya banki hevði 310 mió. kr. í avlopi eftir skatt í fjør.

Úrslitið fyri skatt var 382 mio. kr.

Leiðsla bankans væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 mió. kr.

 

350 milliónir í vinningsbýti

Á aðalfundinum 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum 350 mió. kr., 36,46 kr. fyri hvørt partabrævið, í vinningsbýti.

Av hesum eru 217 mió. kr., 70 prosent frá ársúrslitinum, og 133 mió. kr. vera goldnar fyri at røkka kapitalmálinum hjá Føroya banka samtakinum. 

Útlánini hjá Føroya banka fóru úr 8,9 mia. kr. í 2023 upp í 9,1 mia. kr. í 2024.

Innlánini fóru úr 8,7 mia. kr. í 2023 upp í 10 mia. kr. í 2024.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655