Løgreglan skal fáa betri umstøður at handfara ófriðarligar mannamúgvur

Løgreglan skal fáa betri umstøður at handfara ófriðarligar mannamúgvur
Landsstýrismaðurin í lógarmálum sigur, at tað kom óvart á løgregluna, tá fótbóltsófriðarkroppar úr Kroatia gjørdu ónáðir í Havn í fjør
 
03.03.2025 - 15:57

Møguleikin at geva løgregluni og teimum, sum skipa fyri stórum tiltøkum, betri umstøður at handfara stórar og ófriðarligar mannamúgvur, er umrøddur á fundi millum landsstýrið og danska løgmálaráðið.

Tað er gjørt eftir at fótbóltsófriðarkroppar úr Kroatia í fjør summar gjørdu ónáðir í Havn.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sigur, at støðan kom í ávísan mun óvart á løgregluna og fyriskipararnar. 

Bjarni Kárason Petersen sigur í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann, at landsstýrið og Justitsministeriet hava umrøtt hendingarnar og møguleikan at útvega neyðuga løgfrøðiliga grundarlagið, so løgreglan betur fær handfarið stórar og ófriðarligar mannamúgvur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961