Umboðsmaðurin mælir til at gera nýggja lóggávu um fiskiloyvi

Umboðsmaðurin mælir til at gera nýggja lóggávu um fiskiloyvi
Bátseigari fekk ikki fiskiloyvi 5A, sum hann søkti um, men 5B
Fyri at fáa fiskiloyvi 5A krevst, at báturin hevur avreitt fyri minst 200.000 kr. (Savnsmynd)
 
04.03.2025 - 08:28

Løgtingsins umboðsmaður heldur, at ivi er um fiskiloyvi hjá bátum í bólki 5.

Umboðsmaðurin heitir tí á Fiskivinnumálaráðið um sum skjótast at gera lóggávu, sum skipar viðurskiftini við fiskiloyvi 5A og 5B, tá rættindahavari fær sær annan bát.

Málið byrjar, tá Fiskivinnumálaráðið staðfesti avgerð hjá Vørn um ikki at geva einum bátseigara fiskiloyvi 5A, sum hann søkti um, men gav honum fiskiloyvi 5B. 

Fyri at fáa fiskiloyvi 5A krevst, at báturin hevur avreitt fyri minst 200.000 kr.

 

Avreiddi við øðrum báti

Tað hevði bátseigarin gjørt. Men tað var við einum øðrum báti. Nú hevði hann fingið sær nýggjan bát. 

Og fiskiloyvið fylgir bátinum, ikki eigaranum, siga Vørn og Fiskivinnumálaráðið. 

Umboðsmaðurin sigur seg ikki hava grundarlag fyri at siga, at ivasama siðvenjan hjá Vørn beinleiðis fer út um heimildina í sjófeingislógini og í kunngerðini.

Umboðsmaðurin ger tí ikki meira við ítøkiliga málið.

Men av tí at umboðsmaðurin heldur, at talan er um lýti í lóg og kunngerð, er fráboðan send løgtinginum og landsstýrisfólkinum í fiskivinnumálum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858