Hvørgin segði seg vita um ferðina til Føroya við rúsevnum

Hvørgin segði seg vita um ferðina til Føroya við rúsevnum
Tveir danir, sum eru ákærdir í stóra rúevnamálinum, nokta seg sekar. Annar hjálpti til við at keypa seglbátin og hin útvegaði fígging
Seglbáturin Rocky, sum var brúktur at smugla rúsevni til Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2025 - 10:06

Tveir danir, sum eru ákærdir fyri at hava skipað fyri, fíggjað og hjálpt til at fáa rúsevnisferðina til Føroya í lag, nokta seg sekar.

Annar segði á rættarfundinum í gjár, at hevði hann vitað um rúsevnisætlanina, hevði hann ikki hjálpt til við bátakeypinum. 

Hin ákærdi hevði útvegað 100.000 krónur sum lán til høvuðsmannin frá vinfólkum. Í hesum samskifti brúkti hann orðingar, sum at hann var við at keypa nakað, men hann noktar fyri at eiga í bátinum.

 

Rocky kom í ódnarveður

Og báturin er seglbáturin Rocky, sum tann 29. august í fjør kom á Havnina við 23 kilo av hassji og sløkum fýra kilo av amfetamin eftir ein buldrasligan túr í ódnarveðri millum Noreg og Hetland.

Umframt hesar báðar ákærdu, visti mamma høvuðsmannin heldur einki um rúsevnini, hóast tann 63 ára gamla ákærda kvinnan var við á allari ferðini til Føroya.

Hon segði í rættinum, at um sonurin hevði sagt, at hon ikki skuldi róta í klæðunum hjá sær so hevði hon gjørt tað. Tí tá hevði hon fingið illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, og hon hevði blakað tey fyri borð.

Teir báðir, sum eru ákærdir fyri at hava fíggjað og skipað fyri, vórðu serliga avhoyrdir um bátakeypið, fígging, peningaflytingar, ymsar fara telefonir við ymiskum nøvnum.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hevði fleiri profilar

Annar, sum eisini hevði profilar sum Jan Laursen og Frans Fransen, skuldi vera eitt stutt skifti í Føroyum í 2021, í sambandi við útgerð til eina matstovu. 

Men steðgurin gjørdist drúgvari, og hann var kokkur á matstovu á bygd, har hann m.a. seldi høsnarungar og búffar. 

Har var hann komin at kenna føroyingin, sum er ákærdur, og sum tók móti rúsevnunum á alljósum degi í Vágsbotni, har Rocky lá við eina bátabrúgv.

Tá høvuðsmaðurin skuldi á familjutúrin til Føroya - m.a. tí mamman var so áhugað í náttúru - hevði annar av teimum ákærdu givið høvuðsmanninum navnið á føroyinginum, so kann kundi fáa kunning um fiskileiðir, eins og hugskot um áhugaverd støð at vitja. Ja, hann var Føroya-fjeppari.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Visti einki um føroyingin

Hin ákærdi visti einki um føroyingin, sum er ákærdur, og sá hann ikki, fyrr enn á rættarfundinum.

Um teldubrøv, serliga snapchat, telefonir, boð og ymsar profilar vóru ymiskar frágreiðingar. Annar brúkti ymisk gomul nøvn, og hin noktaði at hava profilin Frans Fransen, sum føroyingurin hevði havt okkurt samskifti við.

Tá ákærin vísti á, at talutíð varð fylt á Frans Fransen, samstundis sum talutíð varð flutt á eitt annað telefonnummar hjá ákærda, var svarið, at hann hevði fleiri telefonir.

Avhoyringarnar snúðu seg eisini um gummibátin, keyp og stand, o.s.fr., tí rúsevnini vórðu flutt umborð við gummibátinum, sum mamman annars kravdi at hava at hava við sum trygd.

Rættarfundurin heldur fram í dag.

 

 

  

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067