Fyrrverandi kommunustjórin fær fráfaringargjald

Fyrrverandi kommunustjórin fær fráfaringargjald
Sambært avtaluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, skal Rúni Rasmussen vera tøkur hjá kommununi til ráðgeving og sparringar til 1. juni
Rúni Rasmussen var kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu til 1. mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2025 - 07:59

Rúni Rasmussen, sum var kommunustjóri í Klaksvík til 1. mars, fær fráfaringargjald, sum svarar til løn til 1. desember í ár.

Tað stendur í fráfaringaravtaluni við Klaksvíkar kommunu.

Hann fær tað, sum svarar til løn, eftirløn og ikki eftirlønargevandi lønarískoyti fyri áramálssetan, til og við 30. november.

Tey falla til gjaldingar nú í mars.

Sambært avtaluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, skal Rúni Rasmussen vera tøkur hjá kommununi til ráðgeving og sparringar til 1. juni.

Vunnin frítíð frá 1. apríl í fjør til 1. mars í ár skal haldast fram til 1. juni í ár.

Rúni Rasmussen bleiv kommunustjóri 1. august 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037