Kanska ikki liðugur enn

Kanska ikki liðugur enn
Høgni Hoydal hevur ikki enn tikið støðu til, um hann stillar upp á næsta løgtingsvalinum ella ikki.
Høgni Hoydal skal venja seg við ein øðrvísi gerandisdag, nú hann ikki longur fer at standa í politiskum andleggi frá morgni til myrkyurs
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.03.2025 - 18:17

Ein av okkara fremstu politikarum í mong ár, Høgni Hoydal, skal venja seg til ein øðrvísi gerandisdag, nú hann bæði er farin frá sum formaður í Tjóðveldi og er á veg úr Tinganesi.

Hann hevur staðið í andglettinum, síðani hann kom upp í politikk í 1998, men er nú aftur “á gólvinum” sum løgtingsmaður.

- Hetta er fyrstu ferð, at eg skal royna meg sum samgongutingmaður, tí tá eg áður havi sitið á tingi, hevur tað verið í andstøðu, sigur Høgni Hoydal.

Ikki minst verður tað ein stór broyting fyri hann persónliga at fáa ein øðrvísi gerandisdag, enn hann hevur havt hesi mongu árini í politikki:

- Tað hava verið langir arbeiðsdagar, men nú ætli eg mær at fáa stundir til annað, so sum hondbóltin í H71, sigur hann.

Umframt sjey ferðir at hava verið valdur í løgtingið og tvær ferðir í danska fólkatingið, hevur Høgni Hoydal í fimm umførum sitið sum landsstýrismaður.

 

Her kanst tú hoyra samrøðu við Høgna Hoydal:

2025-03-08-Hogni-Hoydal

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286