Nýtt poddvarp: Doktor Sophus

Nýtt poddvarp: Doktor Sophus
Í 1906 var ein hending í Klaksvík, sum skakaði alla bygdina. Læknin í bygdini doyði brádliga, og nógvar gitingar eru um, hvat tað var, sum hendi. Lurta eftir poddvarpsrøðini
Fleiri gitingar hava verið frammi um, hvat hendi, og hví Sophus forgjørdi sær.
 
17.03.2025 - 16:15

Mikukvøldið 31. oktobur 1906 andaðist Sophus Djurhuus, einasti læknin í Norðoyggjum, bert 36 ára gamal. Hann hevði drukkið okkurt eitrandi. Fleiri gitingar hava verið frammi um, hvat hendi, og hví Sophus forgjørdi sær.

Ein søga sigur, at tey sótu illa um sátt í hjúnalagnum, og tá ið doktor Sophus kom troyttur aftur av læknaferð, so var illstøða millum hjúnini. Tá skal hann siga við konuna: ”Nú taki eg tvey gløs, lati vín í annað og eitur í hitt. Skulu vit vera góð aftur, drekki eg vínið, men broytist einki, drekki eg eitrið”.

Hon skuldi svarað: “Tú gert akkurát, sum tú vilt.” So drakk hann eitrið.

Hin søgan er um eitt tríkantsdrama millum doktor Sophus, konuna Idu og eina aðra kvinnu, sum doktor Sophus skuldi fjasast við. Hetta gekk doktor Sophus so nær og endaði so illa, at hann tók seg av døgum.

Hvat var tað, sum hendi, og doyði doktor Sophus fyri egnari hond? Lurta eftir poddvarpsrøðini, har vit kava niður í hesa sera spennandi, hugtakandi og tragisku hending, sum fór fram í Klaksvík á heysti í 1906.

Andras Sólstein hevur kannað heimildir, skjøl og løgreglufrágreiðingar, og hann greiðir frá. Kári Sólstein hevur sett saman.

Lurta eftir nýggju poddvarpsrøðini á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297