- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti ikki longur í býráðnum í Havn fyri fjallasúkklubreytini

Hóast trý fylgjandi býráð í Havn hava samtykt at arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða í Havn, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini."
Tað skrivar Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, í lesarabrævi um nógv umstríddu fjallasúkklubreytina, sum ætlanin hevur verið at gera við sonevndu rossagøtuna í Havn.
Borgarstjórin fer á fundi í Mentamálanevndini komandi mikudag at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna fer at endurskoða ætlanina saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon.
SÍ EISINI: Rossafólk vilja hava aðra staðseting til súkklubreyt
Fyribils súkklubreyt til Oyggjaleikirnar
Elsa Berg, borgarstjóri, ásannar í sama viðfangi eisini, at hetta merkir, at tað verður torført at fáa eina altjóða góðkenda súkklubreyt til Oyggjaleikirnar í Føroyum komandi ár.
"Møguliga verður ístaðin ein fyribils loysn funnin, ið lýkir treytirnar hjá Oyggjaleikunum," skrivar Elsa Berg. borgarstjóri, sum harmast um støðuna.
"Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er hetta óheppið. Men fyri okkum í Tórshavnar býráð, eigur hetta at føra til sjálvsrannsakan."
Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, harmast, at býráðið í Havn nú er lopin frá lyftinum um at gera eina fjallasúkklubreyt við rossagøtuna (Savnsmynd)
SÍ EISINI: Helgi er fremstur á fjallasúkklu
Stórur meiriluti síðani 2016
Elsa Berg vísir í lesarabrævinum á, at ein stórur meiriluti av býráðslimum, bæði í samgongu og andstøðu, hava arbeitt við hesi staðsetingini, síðan hon á fyrsta sinni varð samtykt í 2016. Ein stórur meiriluti hevur somuleiðis atkvøtt fyri staðsetingini í fleiri umførum.
Borgarstjórin vísir eisini aftur, at nýggir upplýsingar skulu vera komnir fram í málinum aftaná, at tað varð samtykt í februar, sum ført hevur verið fram.
"Hetta er ikki so," staðfestir Elsa Berg, sum eisini vísir á, at longu í 2016 var staðsetingin til hoyringar hjá reiðfeløgunum, tá staðsetingin við Vesturvarða varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini.
At enda gera borgarstjórin staðiliga vart við, at hóast heitið rossagøtan hongur við gøtuni omanfyri Hotel Føroyar, so er talan um eina gøtu á kommunalum øki, ið kommunan í stóran mun hevur gjørt og goldið fyri, og sum allir borgarar í kommununi hava sama rætt at nýta.
Savnsmynd

























