Fleiri hundraðtúsund fólk flýddu undan veðurlagsvanlukkum í fjør

Fleiri hundraðtúsund fólk flýddu undan veðurlagsvanlukkum í fjør
Fátæk lond verða serliga meint rakt av náttúruvanlukkum, men eisini rík lond verða rakt, sigur veðurlagsstovnurin hjá ST
Veðurlagsbroytingarnar hava eisini elvt til stórar vatnflóðir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.03.2025 - 11:41

Vanlukkur, sum eru elvdar av veðurlagsbroytingum, høvdu við sær, at hundraðtúsundtals flýddu í fjør, vísir ársfrágreiðingin hjá heimsveðurstovninum, WMO.

Veðurlagsstovnurin hjá ST vísir í frágreiðingini 'State of the Global Climate' á, at fátæk lond verða harðari rakt av melduródnum, turki, skógareldum og øðrum náttúruvanlukkum.

Men rík lond vóru eisini rakt, sigur WMO á í frágreiðingini, og vísir á vatnflóðina í Valencia í Spania, har 224 fólk lótu lív. 

Í Kanada og USA flýddu fleiri enn 300.000 fólk undan skógareldi, stendur í frágreiðingini.

 

2024 var heitasta árið, sum er skrásett hesi 175 árini, sum skrásetingararbeiði hevur verið gjørt. 

 

Herða átøk

- WMO og alheimssamfelagið herða tí átøkini at menna skipanir, sum ávara fyrr, og veðurlagstænastur, sigur aðalstjórin í WMO, Celeste Saulo.

Málið hjá WMO er, at allur heimurin hevur slíkar skipanir innan árslok 2027. 

Í frágreiðingini fyri 2024 skrivar ST-stovnurin eisini, at enn einaferð eru metnógvar ábendingar um veðurlagsbroytingar, har nakrar av avleiðingunum ikki kunnu broytast í hundraðtals ella kanska túsundtals ár, skrivar WMO.

2024 var heitasta árið, sum er skrásett hesi 175 árini, sum skrásetingararbeiði hevur verið gjørt. 

- Hitin í sjónum helt eisini fram at hækka, samstundis sum ísbræðingin økist við ørkymlandi ferð, sigur aðalstjórin í WMO, Celeste Saulo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155