Viðmerkjari: Tingfólk í samgonguflokkunum eru ørkymlað

Viðmerkjari: Tingfólk í samgonguflokkunum eru ørkymlað
Sólvit Nolsø hóttir við broytingaruppskoti um linjuføring til Suðuroyartunnilin, og Bjarni Hammer er ímóti broytingum í sjófeingislógini
Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2025 - 13:21

- Semja er ikki samgonguni um stór mál, og tí eru tingfólk í øllum samgonguflokkum ørkymlað. Og stevið verður ikki betri, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum.

Tað sigur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, nú Sólvit Nolsø í Framsókn hóttir við at koma við broytingaruppskoti um linjuføringina hjá Suðuroyartunlinum.

 

Sólvit Nolsø. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum er ímóti broytingunum í sjófeingislógini, serliga ætlanini at hækka markið fyri at landa uppsjóvarfisk uttanlands.

Bjarni Hammer. (Mynd: Bjarni Áerting Rubeksen)

 

Henrik Old, eisini úr Javnaðarflokkinum, og Bjarni Hammer fýlast báðir á, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður fyri Framsókn, ikki hevur lagt fram uppskot um vakmyndatól, sum løgtingið hevur samtykt, at hann skal gera.

 

Henrik Old. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara, sum var gestur í útvarpsstovuni:

 

20032025_Samgongan_og_Beinta_Lowe

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961