Heathrow letur spakuliga upp aftur

Heathrow letur spakuliga upp aftur
Størsta lufthavnin í Evropa, Heathrow, sum er í London, letur nú upp aftur
Heathrow.
Mynd: Savn.  
 
21.03.2025 - 16:51

Heathrow lufthavnin í London letur nú spakuliga upp aftur. Tað skrivar BBC.

Ætlanin er at nøkur flogfør fara avstað, og í morgin er lufthavnin fult virkin aftur.

Flogvøllurin stongdi fyrr í dag orsakað av eldsbruna og streymsliti í nátt.

Eldur kom í eina transformatorstøð í býarpartinum Hayes ikki langt frá Heathrow, og tað førdi til umfatandi streymslit í floghavnini.

Sambært Reuters vóru í minsta lagi 120 flogfør á veg til Heathrow, tá avgerð varð tikin um at stongja floghavnina, og hesi máttu øll beinast til aðrar floghavnir.

- Okkara toymi hava arbeitt ótroyttiliga síðani hendinga fyri at fáa alt í rættlag aftur. Vit fara nú at arbeiða saman við flogfeløgunum við at fáa ferðafólkini aftur, sum eru umbókað til aðrar flogvøllir í Evropa. Raðfesting er framvegis trygdin hjá ferðfólki og starvsfólki á flogvøllinum. Flogvøllurin hevur flest ferðafólk í Evropa, og hann brúkar eins nógva orku, sum ein lítil býur. Og tí tekur tað tíð at koma aftur í fullan og tryggan rakstur, sigur Heathrow-lufthavnin í tíðindaskrivi, sambært BBC.

Sambært FlightRadar24 eru í minsta lagi 1.351 flogferðir ávirkaðar av støðuni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094