Mute B. Egede biður um altjóða hjálp

Mute B. Egede biður um altjóða hjálp
Grønlendski landsstýrisformaðurin ger greitt, at einki landsstýrisfólk skal hitta amerikonsku sendinevndina
Mute B. Egede, fráfarandi landsstýrisformaður, sigur, at tað er torført at síggja vitjanina privata, soleiðis sum USA hevur lýst hana.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2025 - 08:07

Eingin í grønlendska landsstýrinum skal á fund við amerikonsku sendinevndina, sum hósdagin kemur til Grønlands. 

Tað skrivar fráfarandi formaðurin í landsstýrinum, Mute B. Egede, á Facebook. 

Mute B. Egede sigur, at eingin fundur er heldur í umbúna, áðrenn nýggja landsstýrið  hevur skipað seg. 

Tað skrivar NTB-tíðindastovan.

Hann leggur aftrat, at tað er torført at síggja vitjanina privata, soleiðis sum USA hevur lýst hana.

 

Flogfar hjá Atlantsflogi var leigað at flyta donsk løgreglufólk og hundar til Nuuk í sambandi við amerikonsku vitjanina. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Biður um útlendska hjálp

Í samrøðu við grønlendska blaðið Sermitsiaq, tosar Mute B. Egede um stóra amerikanska trýstið, sum verður lagt á Grønland. 

Hann biður um hjálp uttanífrá.

- Tað hevur ikki hjálpt at standa saman í Grønlandi, tað hevur ikki hjálp at tala at, og diplomatiska royndin at samskifta er til fánýtis. Nú skal altjóða samfelagið gera vart við seg, sigur hann við Sermitsiaq.

Egede leggur dent á, at Grønland hevur brúk fyri stuðli og unditøku frá umheiminum, og at hesi bæði mugu koma týðiliga og eyðsýnt til sjóndar - og hvassligari enn áður - um tað skal hava nakra ávirkan.

 

Tvey amerikonsk Hercules-flogfør komu í gjárkvøldið til Nuuk. Hildið verður, at amerikansk trygdarfólk vóru við flogførunum. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Trygdarráðgevin eisini í ferðalagnum

Í sendinevndini, sum kemur til Nuuk, eru m.a. trygdarráðgevin hjá Trump, Mike Walz, og kona amerikanska varaforsetan, Usha Vance, og ein sonur hennara.

Tey skulu hyggja at sletuhundakappingini Avannaata Qimusseru, og vitja mentanarlig og søgulig støð, skrivar AFP.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt seg vilja keypa ella yvirtaka Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502