Fríkendur og 10 milliónir í endurgjaldi

Fríkendur og 10 milliónir í endurgjaldi
89 ára gamli Iwao Hakamada var í 1968 dømdur til deyða fyri í 1966 at hava dripið fýra fólk
Iwao Hakamada sat 46 ár á deyðsgongini fyri hópdráp.Í var hann fríkendur og latin leysur.
Mynd: AP/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2025 - 14:34

Japanarin Iwao Hakamada, sum í 46 ár hevur sitið í fongsli á deyðsgongini fyri hópdráp, hevur fingið slakar 10 milliónir krónur í endurgjaldi.

Hakamada, sum í dag er 89 ára gamal, var í 1968 deyðadømdur fyri í 1966 at hava dripið fýra fólk.

Eingin annar í heiminum hevur sitið so leingi við deyðadómi sum hann.

Í fjør var fyrrverandi nevaleikarin fríkendur og latin leysur, eftir at systir hansara og fleiri onnur ótroyttiliga hava arbeitt fyri at reinsa hann. 

Dómstólurin í Shizuoka hevur nú staðfest, at Hakamada er ósekur, og at løgreglan hevur sjuskað við prógvum í málinum.

- Avhoyringin var ómenniskjalig, har hann var tvingaður at játta seg sekan. Men seinni hevur hann noktað seg sekan, sigur rætturin í Shizouka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302