Sement 2025: Her eru luttakararnir í 2. umfari

Sement 2025: Her eru luttakararnir í 2. umfari
Jarhzé og Ókendir vunnu seg úr 1. umfari í Sement í sjálvan finaluna. Leygarkvøldið verður 2. umfar, og átta nýggir vónríkir luttakarar eru klárir at stíga út á pallin
 
10.04.2025 - 20:00

Ársins Sement-tónleikakapping er væl og virðiliga í gongd.

Síðsta vikuskiftið spældu og sungu Jarhzé og Ókendir seg í finaluna í harðari kapping við seks onnur. 

Sí eisini: Sement 2025, 1. umfar

2. umfar í Sement verður leygarkvøldið, og aftur hesaferð eru átta nøvn við.

Tey eru: Magnus King / Rúna Vang Kjærbo / Bolstad / Ronja / Nafro / Julian Slick / SPÓK / Sigmunda

 

Magnus King – Sement-legenda, sum livir og andar fyri tónleikinum

"Tað er bara EIN Magnus King. Hann er maðurin, sum hevur fingið Sement at kóka og salin at syngja við."

Soleiðis lýsa fyriskipararnir av Sement Magnus Sørensen, ið framførir undir navninum Magnus King. 

Við egnum, sterkum løgum og einum livandi, autentiskum nærveru, so skapar hann eina uppliving, ið setur seg fast í minnið. 

 

Rúna Vang Kjærbo – røddin, sum rakar hjartað

21 ára gamla Rúna av Tvøroyri hevur sungið, so leingi hon minnist, og hevur síðani hon var tannáringur, so hevur hon skrivað egnar sangir.

Sangir, sum eru tiknir beint úr løtuni, úr kenslunum og støðuni, hon sjálv stendur í.

Tekstirnir eru ærligir, viðkvæmir og hjálpa tær at seta orð á tað, sum annars kann vera torført at siga hart.

 

Bolstad – Føroyar fáa sítt egna gangsta rap

"Bolstad er eitt navn, sum tú kanska ikki kennir enn, men tað fert tú heilt sikkurt skjótt," skriva Sement-fyriskipararnir um Bolstad. 

Talan er um tónleik, sum verður lýstu at hava "old school flow", "skrappar punchlines" og "hørð Boom bap beats". Bolstad skrivar og framleiðir sínar sangir sjálvur, og tað verður gjørt við einum ráum, autentiskum stíli, sum Føroyar ikki hava hoyrt áður, verður sagt. 

"Gloym mainstream, tí Bolstad er ektað, beinrakið og ósminkað gangsta rap, sum setir orð á tað, ið onnur ikki tora at siga hart," verður sagt um Bolstad.

 

Ronja – Alternativ løg, sum raka beint í hjartað

Hóast bólkurin hjá Ronju upprunaliga varð stovnaður mest fyri stuttleikar, eru tey nú klár at royna seg á Sement við Ronju sjálvari í oddinum.

Við sterkum tekstum, fangandi melodium og einum alternativum ljóði, hevur Ronja skapað sítt heilt egna tónlistarliga univers – eitt univers, sum tú fert at vilja uppliva aftur og aftur.

Tað verður ektað, livandi og sjálvandi við einum smíli. Bólkurin gleðir seg – og tað kanst tú eisini gera. 

 

Nafro - hipphopp, afropopp og r&b úr Kenja til Føroya

Kenjanski Nafro er uppvaksin í Nairobi og spælir tónleik, sum ferðast millum hipphopp, afropopp og r&b.

Íblásturin fær hann frá øllum frá Lil Wayne til Jason Drulo, frá Kahlid til Fela Kuti og Kendrick Lamar, Sauti Sol, Usher og Twenty One Pilots.

Hann rappar og syngur og skrivar sangir, og tað gevur honum eitt vítt og sermerkt tónlistarligt spenni. 

 

SIGMUNDA – frískur indie-popp-andadráttur úr Føroyum 

SIGMUNDA er ein spennandi nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, ið verður lýstur sum ein alternatiurv indie poppbólkur við hjarta og sál. 

Tað eru systrarnar Bjørt og Vár Miðberg, ið manna SIGMUNDA saman við Josh Cana og Noe Chaparro, og tað verður sagt um tey, at saman skapa tey eitt ljóð, sum er bæði frískligt og fjálgt, nútímans og nostalgiskt.

Navnið Sigmunda stavar frá abba systranna, Sigmundi. 

 

Julian Slick – tá tónleikur verður tín besti vinur 

Um Julian verður sagt, at tá hann avgjørdi at fara úr Jehova Vitnum, misti hann alt – familju, vinir og netverkið rundan um seg.

Men í tí stóra tómrúminum, so fann hann eina heilt serliga styrki í tónleikinum.

Við sínum ærliga og inniliga tónleiki, so ynskir Julian Slick at seta orð á tað, ið mangan er torført at siga upp á annan hátt.

Tónleikurin er dapur, men samstundis fullur av vón og friði, og Julian vónar, at hansara upplivingar kunnu hjálpa øðrum í teirra einsemi.

 

SPÓK – rokkur úr Suðuroy við leiklistarligari nervu  

SPÓK er ein nýggjur rokkbólkur úr Suðuroy, sum hevur síni røtur í Suðuroyar Sjónleikarafelag.

Við einum natúrligum sansi fyri framførslu og úttrykk, royna teir seg nú á tónleikapallinum við egnu sangum í Sement.

Tað er orkufult, rátt og við einum skapandi neista, sum speglar teirra bakgrund í leiklistini. 

 

Hvat: Sement, 2. umfar
Hvar: Í Reinsarínum, í sjónvarpinum og á kvf.fo
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar í 2. umfari: Magnus King / Rúna Vang Kjærbo / Bolstad / Ronja / Nafro / Julian Slick / SPÓK / Sigmunda

Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Michael Antony Charles, Kristian Blak, Jenný Kragesteen og Danny Baldursson.
Vertur: Filip Mortensen
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Birita Matras Petersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050