Tók fimm minuttir at fáa Skoraberg leysan

Tók fimm minuttir at fáa Skoraberg leysan
Eitt hol er staðfest á einum tanga undir vatnganginum, og Skoraberg fer til Havnar í kvøld, har skipið verður tikið upp á sleipistøðina hjá Mest
Skoraberg landar nú í Klaksvík. Í kvøld verður farið til Havnar, har skipið verður tikið upp á Mest.
Mynd: Norðlýsið.  
 
04.04.2025 - 15:18

Tað gekk skjótt og væl hjá Brimli at fáa Skoraberg leysan.

Endi var settur á Skoraberg um eitt tíðina, og fimm minuttir seinni var skipið leyst, og tað sigldi sjálvt til Klaksvíkar at landa. 

Hoyr Elias Zachariassen, skipara á Brimli, greiða frá:

 

 

04042025_Elias_um_Skoraberg

 

Aftan á samrøðuna ringdi Elias Zachariassen aftur og visti at siga, at nú hava kavarar verið niðri og kannað Skoraberg. Og nú er greitt, at hol er komið á ein tanga undir vatnganginum.

Tað hevur við sær, at skipið skal á sleipistøð, og tað hendir so skjótt, sum Skoraberg er liðugur at landa í kvøld. 

Tá fer skipið til Havnar, har tað verður tikið upp á sleipistøðina hjá Mest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040