Grein 6-nevndin havt ein fund

Grein 6-nevndin havt ein fund
Grein 6-nevndin, sum skal greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO, hevði fyrsta f
Grein 6 í heimastýrislógini er ongantíð brúkt fyrr.
 
14.04.2025 - 07:06

Grein 6-nevndin, sum skal greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO, hevði fyrsta fundin 28. mars.

Næsti fundurin verður 2. mai.

Tað upplýsir formaðurin í nevndini, Jens Peter Christensen, forseti í Hægstarætti.

Nevndin var sett síðst í januar.

Í grein 6-nevndini sita:

  • Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Washington, fyri landsstýrið
  • Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi í Løgmansskrivstovuni, fyri landsstýrið
  • Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri í løgfrøðiligu tænastuni hjá danska Uttanríkisráðnum, fyri donsku stjórnina
  • Anders Sparholt Jørgensen, deildarleiðari í Løgmálaráðnum, fyri donsku stjórnina
  • Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti
  • Lars Hjortnæs, hægstarrættardómari
  • Jens Kruse Mikkelsen, hægstarrættardómari

 

Bóðu Hægstarætt seta nevndina

Løgmaður og forsætisráðharrin heittu á Hægstarætt um at seta nevndina at greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í WTO.

Serliga nevndin er sett sambært grein 6 í heimastýrislógini. í henni stendur: 

§ 6 Ivamál um føroyska helmastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyrl nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum ov hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.

 

 

Hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.

Føroyar hava leingi viljað fingið sjálvstøðugan limaskap í WTO, men løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum hava sagt, at slíkur limaskapur er í stríð við grundlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329