Skip og flogfør fluttu hálva millión ferðafólk í fjør

Skip og flogfør fluttu hálva millión ferðafólk í fjør
Í 2020, tá korona kom, var talið heilt niðri á 202.280
Nógv tey flestu koma og fara við flogfari. (Savnsmynd)
 
02.05.2025 - 08:24

Skip og flogfør fluttu næstan hálva millión fólk til Føroya og úr Føroyum í fjør, skrivar Hagstovan.

Í fjør vóru ferðafólkini 494.635.

Tey vóru 478.165 í 2023.

Í 2020, tá korona kom, var talið heilt niðri á 202.280.

Ferðafólkatalið er vaksið nógv.

Tað var til dømis 54.788 í 1975.

Nógv tey flestu koma og fara við flogfari.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751