Tað er ikki ein náttúrulóg at bankarentan fylgir Tjóðbankanum

Tað er ikki ein náttúrulóg at bankarentan fylgir Tjóðbankanum
Tað er tó vanligt at bankarentan fylgir við í ein ávísan mun, men tað er upp til hvønn einstakan banka at gera av, um rentan skal broytast, sigur stjórin í Føroya Banka
Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka
 
06.05.2025 - 19:39

- Tað er ikki ein náttúrulóg, at bankarenturnar broytast, tá Tjóðbankin broytir sína leiðandi rentu.

Tað sigur Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka, tá hon verður spurd, hví eitt nú Føroya Banki ikki hevur lækkað rentuna samsvarandi rentulækkingini, sum danski tjóðbankin kom við skírisdag.

Tað er rættiliga vanligt, at bankarnir broyta renturnar, tá tjóðbankin lækkar sína rentu, men tað er meira tí at tað er leiðslurnar í bankunum halda, at tað er rætt at lækka renturnar, vísir forstjórin í Føroya Banka á.

Verður hugt at lánimarknaðinum, so er rættiliga stórur munur á bankalánum og realkredittlánum, serliga, tá talan er um rentuna. Tí rentan á realkredittlánum er beinleiðis knýtt at gongdini á marknaðinum, tí tað eru har, sum obligatiónirnar - virðisbrøvini aftanfyri realkredittlánini - eru skrásett. Tey lánini hava bæði eina rentu og ein kurs, sum sveiggja í takt við tað sum hendir á marknaðunum, og tí ferðast tann rentan nógv meira - og oftari - enn rentan á bankalánum, sum hava ein fastan kurs.

Við realkredittlánum er tað so, at lækkar rentan, so hækkar kursurin á obligatiónunum og hækkar hon, so fellur kursurin. Bankalánini hava, sum nevnt, ein fastan kurs, og vera tí ikki ávirkaði av marknaðinum á sama hátt.

Tó er tað ikki óvanligt, heldur tvørturímóti, at bankarnir broyta renturnar, tá tjóðbankarnir - og evropeiski miðbankin - gera tað, men tað er ikki altíð at broytingin er tann sama. Og heldur ikki, at hon hendir samstundis. Tað staðfestir Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka.

- Vit skulu eisini hava í huga, at lækkar lánsrentan, so lækkar rentan á innistandandi eisini, og millum annað tí eru fólk ymisk á málið um rentuna, alt eftir um tey hava lán ella eiga pengar innistandandi, sigur forstjórin í Føroya Banka.

Í sambandi við rentubroytingar hava føroysku peningastovnarnir fleiri ferðir áður gjørt vart við, at teir ikki hækkaðu rentuna líka ofta og líka nógv sum tjóðbankin gjørdi, tá rentan hækkaði fyri nøkrum árum síðan. Tøl, sum hava verið frammi, siga, at føroysku renturnar hækkaðu 65 prosent samanborið við tað, sum tjóðbankin hækkaði sína rentu, og tað hevur verið brúkt sum grundgeving fyri, at rentan heldur ikki nýtist slaviskt at fylgja rentuni hjá Tjóðbankanum, nú hann lækkar rentuna.

Hinvegin, so viðurkennir forstjórin í Føroya Banka, at einki er til hindurs fyri, at føroysku peningastovnarnir kunnu lækka - ella hækka - rentuna uttan at tjóðbankin ger nakað. 

Trýst á leinki og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindasendingini klokkan 18.00:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV