Jánkasligur fyrri hálvleikur móti Kosovo

Jánkasligur fyrri hálvleikur móti Kosovo
Føroyar eru aftanfyri við einum máli í hálvleikinum. Tað skulu aðrir bollar í føroysku suppunum í seinna hálvleiki
Mynd: Nikollë Quni  
 
08.05.2025 - 20:02

Kanska vóru føroysku hondbóltsmenninir eitt sindur ovfarnir av, at høllin í Pristina í Kosovo var at kalla tóm, tá teir høvdu væntað, at hon var stúgvandi full av svøkum áskoðarum.

Spenningsfallið hjá føroyska liðnum hevur verið øgiligt í mun til dystin móti Hollandi herfyri, tí føroysku leikararnir eru ikki í nánd av støðinum, sum teir vístu móti Hollandi. 

Sjáldan eru dugnaligu føroysku hondbóltsmenninir byrjað ein dyst so jánkasligt og trilvandi sum móti Kosovo, og Føroyar eru aftanfyri 13-12 í hálvleikinum.

 

Kosovo er ikki gott - tíbetur

Bæði í álop og verju, so sóu Føroyar als ikki út sum eitt lið, ið hoyrir heima í einum EM-endaspæli. 

100 prosent kjansir blivu brendir, meðan leikararnir hjá Kosovo sloppu ótarnaðir at skjóta Paula Jakobsen í spønir í byrjanin av dystinum. 

Tíbetur er Kosovo ikki eitt serliga gott lið, tí annars var dysturin kanska longu gloppin føroyingum av hendi, áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin. 

 

Lítið um Bundesliga-leikararnar

Enn einaferð var tað hin blaðungi Óli Mittún, ið helt Føroyum inni í dystinum, eins og hann gjørdi í dystinum móti Kosovo í Føroyum. 

Og tá Kosovo byrjaði at gera misstøk í álopinum, so fingu føroysku spælararnir fótin fyri seg, men tað var við eymk og fret, at føroysku leikararnir hingu í teimum úr Kosovo. 

Stóra stjørnan hjá Føroyum, Elias Ellefsen á Skipagøtu var ein skuggi av sær sjálvum. Yvirhøvur spældu allir Bundesliga-leikararnir hjá Føroyum langt undir støðið, ið vit eru von við. 

 

Aðrir bollar skulu á suppuna

Hin ungi málverjin, Aleksandar Lacok, kom inn og byrjaði at taka skotroyndir hjá leikarunum hjá Kosovo.

Og hóast tað bleiv við at vera trilvandi hjá føroyska liðnum, so megnaði Føroyar at ota seg fram um tvær ferðir í fyrra hálvleiki.

Men gleðirnar vóru stokkuttar, tí tað Kosovo var skjótt frammanfyri aftur. 

Tað skulu aðrir bollar í suppuna, um Føroyar skulu vinna dystin á Kosovo og harvið tryggja sær luttøku í EM-endaspælinum í januar. 

Støðan er 13-12 til Kosovo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786