
- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ knógvaði akkurát NSÍ í spennandi toppdysti

Lagt var upp til tað heilt stóra, tá ósigraðu oddaliðini eftir átta umfør í bestu fótbóltsdeildini við monnum, NSÍ og KÍ, tørnaðu saman við Løkin í Runavík.
Fólk høvdu alla orsøk til at vænta sær ein góðan dyst, tí umframt at vera ósigrað, so høvdu bæði liðini eisini hvønn sín risasigur við í skjáttuni. NSÍ vann 11-0 móti B68, meðan KÍ vann 10-0 móti TB.
Harumframt hendi tað óvæntaða, at NSÍ so smurdi HB av 7-1 í Gundadali.
Og tey, sum trossaðu keðiliga veðrið, fóru ikki vónbrotin heimaftur.
Myndir: Bárður Lydersen
Størstu profilarnir
Dysturin í glæmuni frá ljósmastrunum við vøllin í Runavík í gjárkvøldið livdi væl og virðiliga upp til alt prátið, hóast umstøðurnar hjá leikarunum at spæla væl smurt bóltspæl hvarv í øllum regninum og vindinum.
Á vøllinum runnu tvey fullkomiliga jøvn lið við størstu profilunum í føroyskum fótbólti í løtuni.
Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson. Páll Klettskarð og Klæmint A. Olsen. Petur Knudsen og Patrik Johannesen. Jann Julin Benjaminsen og Rene Shaki Joensen og so framvegis.
Tað, sum dysturin manglaði í væl smurdum spæli, orsakað av vánaliga veðrinum, hevði hann í ólíka mát upp á allar aðrar mátar.
Mannfólkadystur
Tað bleiv taklað, so tað hoyrdist um allan Skálafjørðin.
Tað bleiv kempað so manniliga, at menn kundu eisini væl farið sær ein túr oman á kaiina í Runavík at hjálpt til við at landa onkran trolara.
Og so vóru fjeppararnir eisini fyrimyndarligir at stuðla liðunum hjá sær við sangum, larmi og stuttligum lótum, sum nú einaferð knýta seg at tí at fylgja við fótbólti í dag.
Tað var ein nú ikki farið afturvið borðinum hjá Guliganz, at gamla hetjan í NSÍ, Árni Frederiksberg, herfyri fekk eitt langt leikbann fyri at taka upp undir rørarnar á Meinhard Geyti, sum forrestin eisini er einum fyrrverandi NSÍ-leikari. Tað bleiv eisini sungið dúgliga um Árna Frederiksberg og hansara leysu fingrar.
Jøvn lið
Tað var ikki til at taka dagar millum NSÍ og KÍ, hóast nógv høvdu væntað undan dystinum, at KÍ fór at trumla NSÍ niður.
Tað hendi als ikki, tí runavíkingar spældu við stórum myndugleika og sjálvsáliti og bakkaðu ikki ein tumma fyri KÍ-liðnum, ið hevur sitið tungt á bestu fótbóltsdeildini í nógv ár.
Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ vindin undan og fekk parkerað KÍ aftur á egnari hálvu tað mesta av hálvleikinum.
Hóast yvirvág í spæli, so vardi sterka KÍ-verjan manniliga fyri. Og tá NSÍ ikki fekk gagnnýtt yvirtakið, so hendi tað, ið ofta hendir, at KÍ legði seg á odda.
Eitt væl spælt álop í 28. minutti endaði við, at Hallur Hansson spældi hin kvika og gávaða Jonn Johannessen frían til høgru í NSÍ-brotsteiginum. Jonn, ið loksins er skaðafríur, høgdi til sum ein onnur kobraslanga, og fólturin fór súsandi fram við oyrunum á Kristiani Joensen í málið til 1-0.
NSÍ megnaði at svara aftur - einaferð
Nú væntaðu øll enn einaferð, at KÍ fór at seta seg tungt á dystin, men tað hendi ikki.
NSÍ helt fram við bragdliga spælinum og søkti ferð eftir ferð á KÍ-málið í undan vindinum.
Tað gav at enda úrslit, tá bólturin eitt sindur tilvildarliga støkk til tann vælleikandi Aron Knudsen, ið hevði fingið møguleikan frá byrjan í høgru síðu.
Og NSÍ fekk eisini ein stóran møguleika at leggja seg á odda áðrenn hálvleik, tá eitt álop endaði við, at Brandur Hendriksson Olsen í einari trýstari støðu fekk sneitt KÍ-málverjan av og bara skuldi sparka bóltin í málið. Ólukkutíð, so rakti Brandur, av øllum leikarum, ikki bóltin, men fór hinvegin fram eftir rommu.
1-1 í hálvleikinum.
Klæmint skorar ikki upp á teir størstu kjansirnar
KÍ fekk vindin undan í seinna hálvleiki, og tískil varð væntað, at NSÍ fór at blíva trýst líka langt aftur á egna hálvu, sum KÍ var í fyrra hálvleiki. Men aftur har tók NSÍ øll á bóli.
Teir gulu leikararnir fóru langt niðan á vøllin at møta KÍ-liðnum, og tað mundi og skuldi beinavegin givið úrslitið, tá Petur Knudsen spældi svágrin og toppskjúttan í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, púra etandi frían.
"Klæmint skorar ongantíð upp á teir allarsstørstu kjansirnar," bleiv sagt á áskoðaraplássunum, tá skotið hjá Klæminti fór beint á KÍ-málverjan.
Misbrúkti málmøguleikin hjá málmaskinuni úr Rituvík skuldi vísa seg at gerast dýrur fyri NSÍ, tí sum annar hálvleikur leið, so otaði KÍ seg longri og longri fram á vøllin.
Jonn Johannesen hevði ein góðan møguleika at skjóta sítt annað mál, men eisini hann sparkaði framvið bóltinum.
Shaki kom skúmandi
Og júst sum øll væntaðu, at nú fór toppdysturin at enda 1-1, sum Tróndur Arge, ítróttarjournalistur, eisini hevði tippað, so kom Rene Shaki Joensen í 82. minutti brádliga skúmandi av høgra bakki fram í NSÍ-brotsteigin og fekk lempað eitt innlegg frá hinum krútsterka og væl upplagda Patrik Johannesen í málið.
Málið var ein vátur klútur í andlitið á NSÍ-leikarunum, sum eisini stóðu við vindinum og ælunum í andlitinum. Hóast teir fingu okkurt lovandi álop í lag, so rann tíðin og dysturin frá teimum.
Javnleikur hevði verið eitt rættvísari úrslit. Men hvør hevur nakrantíð sagt, at fótbóltur er rættvísur?