Putin er ikki á luttakaralistanum í friðartinginunum í Istanbul í dag

Putin er ikki á luttakaralistanum í friðartinginunum í Istanbul í dag
Hóast tað var russiski forsetin sjálvur, sum fyrr í vikuni skeyt upp, at Ukraina og Russland skuldu fara undir friðarsamráðingar, so er hann ikki við í Istanbul
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.05.2025 - 09:46

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er ikki á listanum hjá Kreml við teimum, sum skulu taka lut í friðartinginunum í Istanbul í dag um kríggið í Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur annars heitt á Putin um at koma á fundin, nú tað annars var Vladimir Putin sjálvur, sum fyrr í vikuni skeyt upp, at Ukraina og Russland skuldu fara undir friðarsamráðingar.

Volodymyr Zelenskyj tók alt fyri eitt av, og segði seg vera tilreiðar at hitta Putin at tosa um frið.

Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

 

Trump heldur ikki á fundin

Ístaðin fer nú hjálparmaður hansara, Vladimir Medinsky, at standa á odda fyri russisku sendinevndini, skrivar Kreml í einari fráboðan sambært BBC.

Zelensky hevur sagt, at hann vildi luttaka, og at hann vildi gera alt, hann kundi til, at teir báðir, Putin, kundu hittast.

Heldur ikki amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at taka lut, sambært keldum hjá BBC.

Hann hevur áður boðað frá, at um Putin fór, fór hann eisini.

 

Eingi russisk toppfólk

Í russisku sendinevndini eru eingi toppfólk úr stjórnini.

Til dømis er uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, heldur ikki á luttakaralistanum.

Samráðingarnar skulu vera í turkiska høvuðsstanum, Ankara.

Volodymyr Zelenskyj er í Ankara, har hann eftir ætlan skal hitta turkiska forsetan, Erdogan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688