Vegaføringin á Sandi verður upp til Tunnilsfelagið

Vegaføringin á Sandi verður upp til Tunnilsfelagið
Tað verður upp til Tunnilsfelagið hvørja vegaføring tey fara víðari við. Løgmaður hevur annars sagt at vegaføringin skal vera komin uppá pláss tá tunnilin verður samtyktur
 
16.05.2025 - 18:09


Tá lógin um Suðuroyartunnilin er samtykt mánadagin er tað upp til Suðuroyartunnilin, hvat verður projekterað og boðið út viðvíkjandi um tað verður ein vegur á Traðarhamri ella um ferðslan skal ganga gjøgnum bygdina. 

Løgmaður hevur annars fyrr sagt, at vegaføringin skuldi vera uppá pláss samstundis sum linjuføringin var samtykt - men soleiðis verður tað ikki kortini.

 

Løgtingið vil at tað skal vera opið hvar vegaføringin verður, og tað merkir í veruleikanum, at Tunnilsfelagið kann velja ta vegaføring á Sandi sum tað vil.

 

Løgmaður fekk í gjár handað eitt notat frá einum skjóttarbeiðandi arbeiðsbólki um hvørt tað ber til og er skynsamt at bora frá Skúvoynni. Tað ber til og er skynsamt, sigur arbeiðsbólkurin.

Løgmaður vil ikki siga enn um niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum broytir nakað, men eitt ávíst samskifti er í gongd, og tey vilja hava eina breiða semju, sigur Aksel V Johannesen

 

1743944

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776