
- Tíðindi, mentan og ítróttur
50 bøkur og mangt annað ummælt í Vagskálini

Vágskálin varð sett á útvarpsskránna veturin 2023-2024, og Uni Arge hevur lagt hana til rættis.
Í sendingini eru ummæltar m.a. skaldsøgur, stuttsøgusøvn, yrkingasøvn, søgubøkur, sjálvævisøgur og bøkur við aktuellum evnum. Danskar bøkur við føroyskum tilknýti hava eisini verið ummæltar.
Um bøkur ikki hava verið á skránni, hava sjónleikir, filmar, listaframsýningar, bókaframløgur, mentanardagar, bókmentafestivalar, vitlíki, røður, forløg, standmyndir og rithøvundar verið umrødd.
Færri bøkur útgivnar
Bulurin í sendingini er bókaummæli, men farna vetur vóru færri føroyskar bøkur at ummæla enn undanfarna vetur. Tí snúði sendingin seg ofta um annað.
Tilsamans hava júst 50 bøkur verið ummæltar í Vágskálini.
Bøkurnar rúgva nógv upp í eini hill, men at fáa tær lívs í útvarpsstovuni krevur, at spyrjari og ummælarar kenna innihaldið, og tí lesa tey bøkurnar úr enda í annan.
"Tað tekur eina løtu at lesa eina trivaliga bók, men spjaðir tú lesingina yvir nakrar dagar, er hon ongin byrða, og at fáa so nógv nýtt at vita er ið hvussu er ein framíhjárættur," sigur Uni Arge.
34 ummælarar
Tilsamans 34 ummælarar hava verið við í Vágskálini hesar báðar vetrarnar. Teir hava verið:
Sanna Klein, Sámal Soll, Marna Jacobsen, Eilen Anthoniussen, Malan Marnersdóttir, Hans Jacob Kollslíð, Urd Johannesen, Beinir Bergsson, Ben Arabo, Rakel Helmsdal, Ólavur Jakobsen, Uni Leitisstein Hansen, Eirikur Lindenskov, Erling Isholm, Gulla Øregaard, Kinna Poulsen, Gunnvá Zachariassen, Helena Lamhauge-Mortensen, Hans Andrias Sølvará, Sámal Matras Kristiansen, Ivan Niclasen, Pál Weihe, Turið Sigurðardóttir, Allan Dalsgarð, Jákup Reinert Hansen, Helgi Eidesgaard, Eyðun Klakkstein, Barbara Holm, Finn Jensen, Tóta Árnadóttir, Rakul í Gerðinum, Michael Koba, Jensina Olsen og Bergur Djurhuus Hansen.
Tekstlýsingar eru skrivaðar av øllum 71 Vágskálunum, sum tú finnur á sendingasíðuni hjá Vágskálini, sum tú finnur á KVF Ljóð.
Tú kanst eisini lesa um innihaldið í sendingunum í viðhefta Pdf.-skjalinum HER.
Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð