Føroyingar duga væl at hyggja úteftir

Føroyingar duga væl at hyggja úteftir
Tað heldur Kim Simonsen, rithøvundur, sum skipar fyri føroyska bókmentafestivalinum, har nógvir altjóða rithøvundar luttaka
Mynd: Føroyski bókmentafestivalurin.
 
19.02.2026 - 12:14

- Ljósið skínur aftur á okkum, tá føroysk myndlist, tónleikur og bókmentir koma út um landoddarnar og gera vart við seg úti í heimi. Tað ger, at vit eru í eini støðugari menning.


Tað heldur Kim Simonsen, rithøvundur og forleggjari í forlagnum Eksil, sum skipar fyri Føroyska bókmentafestivalinum (Faroe Islands Literature Festival). Festivalurin er í Havn og í Runavík 25.-28. februar. 

Kim Simonsen hevur í nógv ár skipað fyri bókmentatiltøkum, eitt nú á G!-festivalinum, men hetta er annað árið, at festivalurin er í hesum líki.

Aftur í ár eru nógvir viðurkendir, útlendskir rithøvundar við á festivalinum: Norman Bissell og Taylor Strickland úr Skotlandi, Jón Ståle Ritland og Thomas Espedal úr Norra, Kristín Eiríksdóttir úr Íslandi, Anna Fohlin Mattson og Ida Børjel úr Svøríki, Maja Lucas, Sidse Laugesen, Mathilde Walter Clark úr Danmark, Dennis Maloney og Damion Searls úr USA, Wang Yin úr Kina. Harumframt eru nógvir føroyskir rithøvundar, listafólk og bókmentafrøðingar á festivalskránni.


Týdning at fáa íblástur uttaneftir
Tað hevur nógv at siga fyri føroyskar bókmentir at hava góð sambond við útheimin, at fáa fólk hendan vegin og at føroyskar bøkur verða týddar til onnur mál, heldur Kim Simonsen. Hann upplivir, at føroyingar duga væl at hyggja út eftir, og at skapa altjóða sambond - kanska betri enn danir:

- Fleiri danskir mynduleikar hava víst á, at tað ikki verður gjørt nóg nógv burturúr at selja danskar bókmentir í útlandinum. Vit í Føroyum hava hvørki hug ella ráð til at hugsavna okkum um okkum sjálvi, og tað er ein av okkara størstu styrkjum. Vit eru komin í eina støðu, har vit er ótrúliga væl við á nógvum økjum, og tað, at bjóða hesum altjóða rithøvundunum til Føroya, er púra nattúrligt, sigur Kim Simonsen.


Týðing skapar menning
Altjóða sambondini verða eisini skapt gjøgnum týðing av føroyskum bókmentum:

- Týðing kann bjarga eini bók. Hvørja ferð ein bók verður týdd til eitt annað mál, byrjar ein móttøka av nýggjum, sigur Kim Simonsen.

Tá altjóða rithøvundar koma til Føroya, hendir tað øvuta, heldur hann:

- Vit selja bøkurnar hjá útlendsku rithøvundunum her, og tað kann geva íblástur og ávirka føroyskar bókmentir. Eg hoyri eitt nú frá miðnámsskúlalærarum, at teir brúka bøkur, sum vit høvdu á seinasta festivali. So tað skapar ringar í vatninum. Ein av týdningarmiklastur súlunum undir okkara samfelagi eru skúlarnir og lærararnir, og tað má ein altíð hava í huga, sigur Kim Simonsen.


Lurta eftir samrøðuni við Kim Simonsen, ið skipar fyri "Føroyska bókmentafestivalinum":

1796147


 

Les meira á https://www.faroeislandsfestival.net/

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343