Nú vera fleiri nýggir bilar seldir

Nú vera fleiri nýggir bilar seldir
Í mai vóru skrásett 221 nýggj akfør í Føroyum, 66 fleiri enn í mai í fjør
Fleiri nýggir bilar vera nú innfluttir.
 
11.06.2025 - 06:32

Nú er gongd komin aftur á bilasøluna í Føroyum.

Í mai vóru skrásett 221 nýggj akfør í Føroyum, 66 fleiri enn í mai í fjør.

Og higartil í ár, tað er til 1. juni, eru akførini 67 fleiri enn í fjør. Vøksturin er 8,35 prosent.

Persónbilarnir eiga nógv tann størsta lutin í vøkstrinum.

Brúktu innfluttu akførini eru færri.

Tó vóru tey 13 fleiri í mai.

Men higartil í ár eru tey 67 færri, ein triðing færri enn í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938