103 fólk spurdu læknavaktina sálarligar spurningar

103 fólk spurdu læknavaktina sálarligar spurningar
Tey flestu, ein triðingur, tí tey hugsaðu um at beina fyri sær
Tænastan við psykiatriskum viðtalum í læknavaktini kom í apríl í fjør. 
 
20.06.2025 - 08:11

103 fólk vendu sær 193 ferðir til læknavaktina 1870 við sálarligum spurningum, frá 15. apríl í fjør til 12. mai í ár.

Tey flestu, ein triðingur, tí tey hugsaðu um at beina fyri sær.

Nógv tær flestu, 158 viðtalur, vóru í telefonini.

 

Tænastan kom í fjør

Tænastan við psykiatriskum viðtalum í læknavaktini kom í apríl í fjør. 

Endamálið var at styrkja læknavaktina, so hon kann hjálpa teimum, sum hava bráðfeingis brúk fyri hjálp til sálarligar trupulleikar. Endamálið var eisini at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur.

Tænasta er nú eftirmett.

Eftirmetingin sigur, at nakrar tillagingar eru longu gjørdar, men brúk er fyri fleiri.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598