
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyon Hansen og Guðrið Hansdóttir ‘í løtuni’: “sum at vera á heimabana”

Longu frá tíðliga á morgni eru fólk komin oman á sandin í Syðrugøtu. Veðrið er gott, og gestirnir eru klárir til seinasta dag á G! festivalinum.
Gøtumaðurin Lyon Hansen lat Spæliplássið upp í gjárkvøldi, men í dag er hann partur av í løtuni, har hann saman við Guðrið Hansdóttir framførir mitt í festivalrokanum.
“Tað var nokkso interessant. Hatta havi eg ikki roynt fyrr,” greiðir hann frá. Tað er ein stór kontrast til løtuna kvøldi fyri, har nógv fólk vóru savnaði framman fyri pallin fyri at hoyra hann.
“Tað er eitt sindur ørvísið. Tað er eitt sindur sum at spæla til eina stovukonsert – bara úti.”
Leið 400 – eitt upplagt val til G!
Til hesa serligu løtuna valdu tey at framføra sangin ‘Leið 400’, sum snýr seg um bussleiðina úr Tórshavn til Klaksvíkar. Hetta er eisini leiðin, sum nógvir festivalgestir eisini hava tikið fyri at koma til G! festivalin.
Íblásturin til lagið kemur tó úr amerikanska hugburðinum at romantisera sjálva ferðina og støðuna ein er í, sambært Lyon.
“ Tað og kanska eisini tað at eg havi sæð og tikið tann bussin nakrar ferðir,” sigur hann við einum brosi.
Hóast tað kanska tykist sum eitt upplagt val, hevði Lyon lagt nógvar tankar í, hvat lag hann skuldi velja til júst hesa løtuna.
“Í síðsta enda valdi eg Leið 400, tí eg helt, at nógv kendu hann”, og at festivalgestirnir kanska kundu kenna seg aftur í tekstinum.
Á heimabana á G!
Lyon sigur, at hann føldi seg væl móttiknan á G!
“Mann verður øgiliga væl móttikin. Eg føli meg væl móttiknan av gøtufólki og av G!-gestum. Tað er serstakt,” sigur hann, eitt sindur errin, tá hann hugleiðir um løtuna á Spæliplássinum.
Nú ætlar Lyon at njóta tað, sum eftir er av festivalinum og av tí føroyska summarinum. Tó skal summarferian ikki bert brúkast upp á hugna.
“Eg ætli at fara at skriva fleiri løg,” sigur hann. Ætlanin er ikki at spæla alt ov nógvar konsertir, men heldur at geva sær tíð at vera kreativur og nýhugsandi.
Lyon heldur at tað er torført at fordjúpa seg, tá ein alla tíðina skal hugsa um næstu framførsluna og ynskir at koma í rætta skrivihugan aftur.
“Eg vil sleppa at fordjúpa meg”.
Men fyrst fer Lyon at njóta tað sum eftir er av G!, og vónar at allir hinir G!-gestirnir eisini fara at gera tað.
Sí upptøkuna av Lyon og Guðrið 'í løtuni' her: