Danskir næmingar skulu vita meira um Føroyar

Danskir næmingar skulu vita meira um Føroyar
Vitanin um føroysk viðurskifti haltar hjá donskum fólkaskúlanæmingum. Tað ásannar borgarstjóri í Keypmannahavn, sum nú setur Føroyar á tímatalvuna
Jacob Næsager er barna- og ungdómsborgarstjóri í Keypmannahavnar kommunu
Mynd: Heine Pedersen  
 
07.06.2026 - 18:59

Danskir næmingar vita ov lítið um Føroyar. 

Tí skulu føroysk viðurskifti setast á tímatalvuna hjá donskum fólkaskúlanæmingum. 

Tað sigur Jacob Næsager, barna- og ungdómsborgarstjóri í Keypmannahavnar kommunu. 

 

Nógv hol í vitanini um Føroyar

Tað er áhugin, sum Trump seinastu tíðina hevur víst Grønlandi, sum hevur skumpað undir uppskotið, sum er samtykt í Keypmannahavn. 

- Har eru nógv hol í vitanini hjá danskarum, tá tað snýr seg um geografisk, vinnulig og mentanarlig viðurskifti í Føroyum og í Grønlandi, sigur Jacob Næsager. 

Og um næmingar fáa betri innlit í viðurskiftini, fáa teir eisini betri treytir at skilja, hvussu støðan er, sambært honum. 

 

Vil samstarva við føroyingar

Men júst hvat næmingarnir skulu læra um, er enn óvist.

Fyri at koma tí nærri, vil borgarstjórin samstarva við løgtingið og við Føroyahúsið í Keypmannahavn um uppgávuna.

Ynskið er, at Føroyahúsið leggur hús til, og at gestaundirvísarar so kunnu undirvísa næmingunum har, ella at gestaundirvísarar koma út á skúlarnar at undirvísa.

 

Bert ein ætlan í Keypmannahavn

Hóast tað ikki er Danmark sum heild, sum fer saman um at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin, so er átakið ikki til fánýtis, spyrt tú borgarstjóran. 

- Sekstan prosent av børnunum í Danmark verða fødd í Keypmannahavn, so um vit byrja her við at økja vitanargrundarlagið, so eru vit komin langt, sigur borgarstjórin.

Men uppskotið kemur ikki á mál uttan eina játtan, og tað er henni, borgarstjórin nú bíðar eftir. 

Fíggjarsamráðingar vera í august í ár.

Trýst á pílin og hoyr innslagið, sum varð sent klokkan 18.

1816566

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096