Dagført: Gjaldskortini rigga aftur

Dagført: Gjaldskortini rigga aftur
Nets, sum so øll kort í Norðurlondum koyra ígjøgnum, misti fyrr í kvøld sambandið við umheimin, og tí bar ikki til at brúka gjaldskortini. Nú riggar aftur.
Tað er ógjørligt at gjalda við kortum í løtuni. Nets hevur tekniskar trupulleikar, men teir vita ikki, hvørjir trupulleikarnir eru
 
19.07.2025 - 21:52

Eitt tekniskt brek hjá Nets hevur við sær, at tað ikki ber til at brúka gjaldskort í Norðurlondum.

Tað sigur Søren Winge, sum er kunningarleiðari hjá Nets við Ritzau.

- Vit hava staðfest, at tað eru øgiliga nógvar gjaldingar, sum í løtuni vera avvístar, og tað er ikki bara í Danmark, men í øllum Norðurlondum. Vit arbeiða í løtuni við at finna útav, hvør orsøkin til tað er, sigu hann við Ritzau.

Sambært kunningarleiðaranum hjá Nets er tað ov tíðliga at siga, hvør feilurin er.

Tað er heldur ikki gjørligt at koma inn á heimasíðuna hjá Nets.

Trupulleikarnir við gjaldskortunum eru eisini her í Føroyum.

Dagført: Nets hevur fingið skipanirnar at koyra aftur, so nú ber aftur til at brúka kortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025