Fyrireikingar til Pride skrúðgonguna, ið fyllir 20 ár

Fyrireikingar til Pride skrúðgonguna, ið fyllir 20 ár
Í dag verður endabresturin á Pride vikuni, nevniliga tann viðurkenda Pride skrúðgongan
Niels Finsens gøta oman á Vaglið
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
27.07.2025 - 13:39

Í allan dag hava fyriskiparar og sjálvboðin verið í holt við fyrireikingarnar til Pride skrúðgonguna og tiltakið aftaná, og vit vóru á Vaglinum og prátaðu við tey.

Tað eru 20 ár síðani Føroya fyrstu Pride skrúðgongu, og hóast nógv er hent, er almenna orðaskiftið um LGBT+ persónar hart, og ein keðilig gongd hevur verið seinastu árini, sigur Ester Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyar:

- Sjálvt um nógv er hent til tað betra, er langt eftir á mál. Vit síggja nógvar niðrandi viðmerkingar til dømis á sosialum miðlum, og vit hava faktiskt sæð eina broyting til tað verra.

Ester Margreth Petersen, samskipari, LGBT+ Føroyar - mynd: Tordis Vang Guttesen

Tey sjálvbodnu stákast við at rigga pallin til, og hanga pynt upp, ein teirra er Christina Valle:

- Eg havi verið sjálvboðin í tvey ár. Eg gleði meg serliga til gonguna.

Nakað av pyntinum á pallinum - mynd: Tordis Vang Guttesen

Hoyr samrøðu við Ester Margreth Petersen og Christinu Valle:

1755583

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522