Óvanliga nógv kærumál í fjør - 68 vóru um tvingsil

Óvanliga nógv kærumál í fjør - 68 vóru um tvingsil
Føroya Kærustovnur fekk 455 mál í fjør, og tað er tað mesta í næstan tíggju ár
Føroya Kærustovnur fekk 455 kærumál í fjør.
 
04.08.2025 - 10:40

Tilsamans 455 mál komu til Kærustovnin í 2024, og sambært ársfrágreiðingini er hetta eitt nógv meira enn undanfarin ár.

Bert eitt av árunum, síðan Kærustovnurin varð settur á stovn, hevur hann fingið fleiri kærumál enn í 2024.

Tað var í 2015, tá serstakliga nógvar kærur um gjald til eftirløn komu inn.

Tað er vanligt, at ávíst sveiggj er í talinum av málum á teimum ymsu økjunum og hetta hevur við sær sveiggj í samlaða talinum av málum.

 

 

Úr frágreiðingini hjá Føroya Kærustovni.

 

68 mál um tvingsil

Og í fjør var tað serliga talið av málum um tvingsil, sum hækkaði munandi, nú fjórða árið við hesum málum er farið afturum, skrivar Kærustovnurin. 

68 mál um tvingsil vórðu meldað til Kærustovnin í 2024.  

Í 2022 vóru bert 14 mál um tvingsil, í 2023 vóru 33 mál, og í fjør vóru heili 68 mál móttikin um tvingsil, sum er tvífalt so nógv sum árið fyri. 

Flestu málini um tvingsil snúgva seg um, at myndugleikarnir hava gjørt inntriv, sum at seta ávaringar- ella peilingarskipanir á fólk uttan samtykki, ella at veita ymisk hjálparráð uttan samtykki. 

 

19 tilmæli um flyting

Tað sermerkta er, at heili 19 tilmæli vóru um flyting uttan samtykki sambært grein 13 í tvingsilslógini. Høvuðsorsøkin til hetta var, at nýggjur, stórur bústovnur hjá Almannaverkinum varð tikin í brúk, og tí fluttu nógvir borgarar bústað móti sínum vilja. 

13 mál vóru um tvingsil í psykiatriini. Talan kann millum annað vera um tvingsilsinnlegging, nýtsla av likamligum valdi ella fastpenning. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329