Ruskinnsavning við elbilum

Ruskinnsavning við elbilum
Tórshavnar kommuna fekk tilboð frá trimum feløgum, nú ruskinnsavningin var boðin út
Úr brennistøðini á Hjalla.
 
06.08.2025 - 07:43


Tórshavnar kommuna fekk tilboð frá trimum feløgum, nú ruskinnsavningin var boðin út.

Tilboðið frá IR lastbilum er 14 milliónir og slakar 321.000 kr. fyri elbilar og 11 milliónir og slakar 460.000 kr. fyri vanligar bilar.

Tilboðið frá Landleiðini er 13 milliónir og slakar 600.000 kr. fyri elbilar og 12 milliónir og 
góðar 987.000 kr. fyri vanligar bilar.

Tilboðið frá Barðinum er 18 milliónir og 286.500 kr. fyri elbilar.

IR lastbilar hava ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu í dag. 

Sáttmálin um tað varar til 30. september næsta ár.

Tórshavnar kommuna sigur, at nýggja sáttmálaskeiðið byrjar 1. oktober 2026.

Tað kann vara heilt upp í 12 ár, um elbilar vera brúktir, annars í átta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302