Breyt fótin í Hvannhaga

Breyt fótin í Hvannhaga
Eitt par gekk í Hvannhaga í gjár, har maðurin var áhaldsin og breyt fótin
 
10.08.2025 - 14:59

Eitt týskt par gekk í Hvannhaga í Suðuroy í gjár, og har var maðurin so áhaldsin, at hann datt og breyt fótin. Tey kláraðu tó at ganga til nærmasta veg, har sjúkrabilur tók ímóti teimum og koyrdi tey til sjúkrahúsið á Tvøroyri, har maðurin fekk ta hjálp, hann skuldi hava.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað hevur sum heild verið friðarligt á Summarfestivalinum, men politiið hevur eitt mál, har fólk skulu avhoyrast, fyri at finna útav hvat er hent.

Talan er um eitt mál, har ein illstøða tók seg upp, og í tí sambandinum fer politiið at avhoyra fólk einaferð í dag, so staðfestast kann, hvat er hent og um nakar er sligin ella ikki.

Nøkur fólk vóru ov full, men her gjørdu samarittarnir eitt gott arbeiði, sigur vakthavandi hjá politiinum í morgun.

Tó er eitt mál um eitt fólk undir 15 ár, sum var ov drukkið, og tá skrivar politiið eina rapport um hetta, sum verður send víðari til sosialu myndugleikarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329