Í myndum: Summarfestivalurin mitt í eini meining

Í myndum: Summarfestivalurin mitt í eini meining
Summarfestivalurin 2025 fer í søguna sum ein hin skallutasti tónlistarliga, har tøkuhittini og tirolarhattarnir hittaðu. Men fyriskipanarliga var festivalurin væl avgreiddur
Mike Viderø og Linda Andrews til hugfarsliga Disney-innslagið á Summarfestival-skránni
Mynd: Bárður Lydersen  
 
11.08.2025 - 23:00

Summarfestivalurin 2025 er endaður mitt í eini meining, nú kjakast verður dúgliga um, hvørt tað sømir seg, at schlager-tónleikur - uttan lederhosen - er høvuðsnavn leygarkvøld á landsins størsta festivali.

Og so var tað nærum uppreistur í down town Klaksvík, tá veðrið - sum ikki einaferð - spældi Summarfestivalinum eitt puss, og fyriskipararnir valdu at avlýsa konsertina við Dynamit á Vágsbøi fríggjakvøldið. 

Men eingin nýtist at óttast, at hetta fær nakrar avleiðingar.

Summarfestivalurin verður aftur í 2026, og hann verður 6. til 8. august.

Myndir: Bárður Lydersen

 

LES EISINI: "SF25: Veðrið var doing! doing!, men Nik & Jay vóru boing! boing!"

 

Dynamiskur-uppreistur

Umleypandi veðrið í Klaksvík bjóðaði enn einaferð Summarfestivalinum av frá byrjan til endan.

Rós skulu fyriskiparar og klaksvíkingar hava, at teir eftirhondini duga at lesa veðrið í Klaksvík av og tillaga festivalin hareftir. 

Men tað sigur ikki so lítið um, hvat Summarfestivalurin er fyri ein festivalur, at tað mundi elvt til uppreistur á festivaløkinum, at fyriskipararnir máttu avlýsa Dynamit-konsertina fríggjakvøldið. 

 

Røtt avgerð

Avgerðin at lukka stóra pallin á Vágsbøi fríggjakvøldið var røtt, tí tað var ábyrgdarleyst at lata nakran fara á pallin, tá regnið stóð beint inn á sjálvan pallin, ið hesa løtuna var ein deyðsfella. 

Fyrst var ætlanin at flyta Dynamit yvir í Tjaldið. Tann ætlanin var skjótt slept, tí Tjaldið rúmar í besta føri bara helvtina av øllum festivalgestunum, ið høvdu trossað vánaliga veðrið fríggjakvøld, tí tey skuldu hoyra Dynamit. 

Løgreglan mátti upp í leikin, fyri at hjálpa vaktunum at halda skil á inni í og uttan fyri Tjaldinum. 

Dynamit vil ongantíð doyggja, so tann konsertin bleiv flutt til leygarkvøldið.


Henning Hjalt Nicodemussen er motorinum á Summarfestivalinum. Hann spældi eina ørgrynnu konsertum við eitt nú Dynamit, Lindu Andrews og øðrum
 

Back-up ætlan

Tað kundi verið eitt hugskot hjá fyriskiparunum byrjað at arbeitt við einari back up-ætlan, um veðrið ikki spælir við, og stóri pallurin má lukkast niður, og Tjaldið harvið verður álitið. 

Kanska tað ber til at síðurnar á Tjaldinum kunnu takast av, so økið rundan um Tjaldið eisini verður partur av pallinum.

Um hetta yvirhøvur ber til er ógreitt.


Linda Andrews skuldi spæla á Vágsbøi fríggjakvøldið, men endaði í Tjaldinum orsaka av vánaliga veðrinum, ið rakti Summarfestivalin
 

Roskilde festivalurin hevur ein pall, ið eitur Arena, sum er tann næststørsti. Har tað ofta koma tvífalt so nógv fólk, sum passa inn undir sjálvt tjaldið.

Men av tí, at tað eisini ber til at standa uttanfyri og lurta, so ber tað til, at tað koma nógv fólk til konsertirnar har. 


Mike Viderø syngur Disney-sangir
 

Fyndug innsløg

Hóast nógv kjak um dygdina á útlendsku høvuðsnøvnunum, so var føroyski parturin av Summarfestival-skránni fínur við nøkrum fyndugum innsløgum. 

Tað var væl funnið upp á at hava eitt barna- og familjutiltak við kendum Disney-sangum leygardag seinnapart. 

Flest allir festivalar hava onkrum eitt sindur øðrvísi og nørdut innsløgum í skránni. Eitt nú, so hevur Copenhell havt Jakob Stegelmann og DR SymfoniOrkestret á skránni, har tey hava borðreitt við telduspæl-tónleiki. 


Linda Andrews og Mike Viderø til hugfarsliga barna- og familjukonsertina við Disney-klassikarum

 

Eitt annað fólksligt og hugnaligt innslag á skránni, ið sigur eitt sindur um, hvat fyri slag av festivali, ið Summarfestivalur er, var tann sannroynd, at 8.000 fólk vóru til 25 ára Kular Røtur-jubileumskonsertina. 

Nógvir av barnasangunum hjá Kulum Rótum eru vorðnir fólkaogn og hava livað millum manna í 25 ár, so júst tí rakti Kular Røtur øgiliga breitt. 

Fólk, ið vóru børn, tá sangirnir komu út, eru vorðin vaksin og foreldur, meðan foreldur, ið høvdu smá børn, tá sangirnir komu út, eru vorðin ommur og abbar. 


Jógvan Hansen var ein av upprunarøddunum hjá Kulum Rótum saman við einum av nýggju stjørnuskotunum 
 

Nú ljóðar eisini, at Faroe 5 fer at gera come-back til Lestrargonguna í Keypmannahavn í ár, so kanska hevur Kular Røtur sett hol á eitt rák. 

 

LES EISINI: "SF25: Fuktigar sigarir úr Karibisku oyggjunum merktu fríggjadagin"

 

 

Orginaliteturin fekk ryggjabakið

Men alt, ið bar eitt sindur brá av samtíðar tónleikarákum, fekk ryggjabakið av bróðurpartinum av Summarfestival-gestunum.

Her verður hugsað um Brimheim, Jazzygold og Ester Skála.


Jazzygold í Tjaldinum fríggjakvøldið

 

Tað er eitt sindur undarligt, at áhugin fyri hesum konsertum skal vera so lítil, tí nógv av teimum ungu, sum eru á Summarfestivalinum, eru eisini á G! festivalinum, har nýhugsandi samtíðartónlist er í hásæti.  

Men so skjótt, ið hesi somu ungu eru ávegis til Klaksvíkar, so leggja tey allan áhuga í samtíðartónleiki eftir Leirvíks-megin Norðoyartunnilin, og brádliga dyrka tey eina ironiska frástøðu til alla tónlistarliga dygd. 

 

Brádliga stand hesi somu ungu fremst og flippa út til eysturrískan schlager-tónleik úr Tirol við DJ Ötzi og úr Klaksvík við Dynamit, meðan tey blíva burtur frá konsertinum við føroyskum samtíðarnøvnunum. 

Tey taka "A Mann für Amore", "Anton aus Tirol" og "Ein Stern", og "Grøv nummar 13", "Fresnurin hjá Óla" og "Aja umba" fram um "Literally Everything ", "dyed my hair red" og "Unicorn". 


Dugnaliga Ester Skála á pallinum á Torginum fríggjakvøldið

 

LES EISINI: "SF25: Vágsbøur bleiv eitt schlager-helviti leygarkvøldið"

 

Vilja gestirnir hava betri nøvn?

Givið er tó, at um Summarfestivalgestirnir vilja hava fyriskipararnar á kýta seg at fáa størri og betri útlendsk nøvn hvørt ár, so mugu gestirnir vísa fyriskiparunum, at tað er tað, ið gestirnir vilja hava.

Um fólk tykjast nøgd við at gjalda fyri høvuðsnøvn sum DJ Ötzi, UB40 featuring Ali Campbel og Dynamit, so fara fyriskipararnir at at borðreiða við Dynamit, UB40 featuring Ali Campbell og DJ Ötzi. 

 

Kanska eru Summarfestivalgestirnir ikki áhugaðir í at fáa betri útlendsk nøvn? Kanska eru Norðoyggjar føroyska Tirol? Og kanska er Summarfestivalurin meira ein øl-fest enn ein tónleikafestivalur, har tað ikki er so farligt, hvat verður spælt, bara tað ber til at skrála afturvið?


Eyðun Nolsøe er fastur fúrsur á Summarfestivalinum, og hansara lurtur lá ikki eftir
 

Nú nevndi eg danska tungmálmsfestivalin Copenhell íáni.

Copenhell hevur eitt fast innbúgv á skránni.

Í øl-telt, sum vit kenna tað frá oktoberfestum, ið verður rópt Biergarden.

 

Í Biergarden stendur ein sera væl spælandi bólkur, við góðum sangarum, og spælir tey somum tíggju til fimtan rokk- og tungmálmshittini umaftur og umaftur allan dagin og allan festivalin. 

Hetta er sera væl umtókt, og nógv eru tey, ið brúka mesta av tíðini á festivalinum inni har. 

Kanska er Summarfestivalurin bara ein yvirvaksin útgáva av Biergarden? 


Signar í Homrum hevur spælt í hvørjum palli og króki á Summarfestivalinum millum ár og dag. Í ár stóð hann á Torginum og undirhelt
 

Bara Nik & Jay høvdu formatið

Størsti trupulleikin við tónleikaskánni í ár var tann, at tvey av útlendsku tónleikanøvnum, sum blivu brúkt sum høvuðsnøvn, ikki høvdu format til at vera eitt berandi høvuðsnavn.

Einasta útlendska navnið, ið ordiliga hevði formatið, vóru donsku dølgarnir Nik & Jay, sum framførdur á Vágsbøin hóskvøld klokkan 22. 

Nik & Jay løgdu Vágsbø niður hóskvøldið, áðrenn teir fór aftur til Danmarkar og eisini sprongdu karmarnar á størsta pallinum á Smukfest í Skanderborg leygarkvøldið. 


Nik & Jay vóru kongarnir á ársins Summarfestivali. Teir vóru boing! boing!

 

Stóri, altjóða festivalurin?

Hinvegin kendist tað dølskt, at nøvn sum DJ Ötzi og UB40 featuring Ali Campbell skulu brúkast sum høvuðsnøvn á landsins størsta festivali, serliga tá Summarfestivalurin skrivar um seg sjálvan, at: 

"Summar Festivalurin hevur verið tann stóri, altjóða festivalurin í Føroyum, og nógv hevur verið gjørt burtur úr ljóði, ljósi og umstøðum annars. Tað hava verið upp í 10.000 fólk á onkrari konsert á festivalinum." 

 

Um tað passar, so skulu fólk krevja meira av útlendsku nøvnunum, enn tey fingu í ár. 

Harvið ikki sagt, at DJ Ötzi og UB40 featuring Ali Campbell ikki skulu vera á skránni.

Hesi nøvnini skulu bara ikki vera berandi høvuðsnøvn. 


Gerhard "Gerry" Friedle, ið er betur kendur sum DJ Ötzi, á stóra pallinum á Vágsbøi leygarkvøldið
 

DJ Ötzi kundi spælt upp til tirolar-fest í antin Tjaldinum ella á Vágsbøi klokkan 1 ella 2 sunnumorgunin. So kundi eitt stórt útlendskt høvuðsnavn, eitt nú Def Leppard, Bryan Adams, Tears for Fears ella Deep Purple, farið á pallin á Vágsbøi leygarkvøldið klokkan 22. 

Sama kann sigast um UB40 featuring Ali Campbell, ið kundu spælt eina friðarliga og hugfarsliga konsert í Tjaldinum ella á Vágsbøi fríggjakvøldið klokkan 20. So kundi eitt nú Kylie Minogue, Keane, Garbage, Skunk Anansi ella Texas fór á stóra pallin klokkan 22.  


Ali Campbell og bólkur hansara, ið gongur undir navninum UB40 featuring Ali Campbell, megnaði ikki at lyfta uppgávuna sum høvuðsnavn á Summarfestivalinum fríggjakvøldið
 

Hví ikki seks útlendsk nøvn?

Nú er tað nærmast blivið lóg, at tað einans eru trý útlendsk nøvn á Summarfestival-skránni.

Hetta havi eg ongantíð ordiliga skilt, tí um Summarfestivalurin er stóri, altjóða festivalurin, hví hevur hann so ikki fleiri útlendsk nøvn á skánni? 

Um festivalurin blívur við at tvíhalda um, at hann einans skal hava trý útlendsk nøvn á skránna hvørt ár, so má Summarfestivalurin hvørt ár borðreiða við størri og betri nøvnum í flokki við Europe, The Scorpions, Roxette og Toto.

Meira upplagt er tað, at tað kanska eru tvey hvønn dag, so tað eru seks útlendsk nøvn samanlagt. 

 

 

Konsertirnar í Summarfestival-søguni, ið fólk enn tosa um, eru konsertirnar við The Scorpions í 2007, DAD í 2010, Ronan Keating í 2012, Twisted Sister í 2014, Lukas Graham í 2015, High as a Kite í 2016, Toto 2017, Alan Walker í 2022 og Europe frá 2023.

Men tað er ofta ov langt millum tónlistarligu snapsirnar á Summarfestivalinum. 


Kári P. bar í stóran mun Summarfestivalin tónlistarliga á sínum herum saman við hinum føroysku nøvnunum

 

Mitt í eini meining

Mitt í hesi meining, so stóð Kári P. og dugnaligi bólkur hansara, hvørs konsert fekk sera góð skoðsmál við á vegnum.

"Kári P. hevur ongantíð verið betri," skrivaði onkur. 

Saman við hinum føroysku nøvnunum, so bar Kári P. Summarfestivalinum tónlistarliga á sínum herum.  

 

Hjá øðrum var Sakaris konsertin í Tjaldinum hóskvøldið hæddarpunktið. 

Men kendi útvarpsverturin Gunnar Nolsøe var ikki í iva, tá hann stóð í berliga og regnváta Vágsbøi og lýddi á Brimheim:

"Hæddarpunktið," staðfesti hann stutt og greitt.  

 

Hvat: Summarfestivalurin 2026
Hvar: Í Klaksvík
Nær: 6. til 8. august

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Hósdag 18. desember
Kvørnin:"Stev", maður:glotti
201721
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604