SF25: Fuktigar sigarir úr Karibisku oyggjunum merktu fríggjadagin

SF25: Fuktigar sigarir úr Karibisku oyggjunum merktu fríggjadagin
UB40-sangarin Ali Campbell, og bólkur hansara, megnaði ikki at lyfta uppgávuna at vera høvuðsnavn á Summarfestivalinum fríggjakvøldið. Karibisku sigarirnar kendust fuktigar fr
Tað hjarta og sál, ið Ali Campbell tóktist hava mist við árunum, hevði væl yngri og sjarmerandi kapellmeistarin hjá honum í ríkiligt mát
Mynd: Bárður Lydersen  
 
09.08.2025 - 14:52

"Sjáldan hava so nógv bíðað so leingið eftir so lítlum."

Soleiðis skrivaði ein ónøgdur Summarfestivalgestur á sínum Facebook-vanga um konsertina hjá UB 40-klovningsbólkinum við uppruna sangaranum, Ali Campbell, á odda. 

Í grundini kann tað ikki sigast nógv betur enn tað.

Sigarirnar úr Karibisku oyggjunum, ið bera orð fyri at vera góðar og sterkar, druknaðu í regninum á Vágsbøi. 

Myndir: Bárður Lydersen

 

Marijuana, sól og sandur

"Hetta er FR David, Robin Gibb og Modern Talking umaftur," segði ein ónøgdur klaksvíkingur.

Hesar konsertirnar eru nakrar í Summarfestival-søguni, ið tað verður tosaðu um sum serliga ringar, og tað bar illa til at gundgeva ímóti hesum klaksvíkinginum.

Konsertin, ið var samansett av UB40 sangum og reggae-klassikarum, var tom og koyrdi í tómgongd. 

"Hetta kennist sum, at onkur er farin til Karibisku oyggjarnar at servera enskan morgunmat við einari halvdeyðari rommfløsku," glepsaði klaksvíkingurin víðari. 

 

Tað hjarta og sál, ið Ali Campbell tóktist hava mist við árunum, ið sóu út til at hava tikið hart upp á 66 ára gamla mannin, tað hevði væl yngri og sjarmerandi kapellmeistarin hjá honum í ríkiligt mát.

Og hann gjørdi sítt besta, fyri at fáa lív í fólk og at hjálpa Ali Campbell ígjøgnum sangirnar. 

 

Ættin beint inn á pallin

Í grundini var - sum so - einki galið við UB40 featuring Ali Campbell. Tað snúði seg meira um staðsetingina og miðlingina av tónleikinum. 

 "Tað manglar bara eitt sindur av marijuana, sól og sandi, so var hetta super," tók ein annar Summarfestivalgestur skemtiliga til, meðan viðkomandi stóð væl innballaður í regnklæðum og stylvum á regntunga Vágsbøi og lýddi á. 

Tað var heldur einki galið við avgerðini at framskunda konsertina, ið skuldi vera klokkan 22, til klokkan 20.30. Tí tá regnið rakti Vágsbø, tá konsertin var ein tíma gomul, var eyðsæð, at tað ikki bar til hjá Ali Campbell og hansara monnum at spæla víðari.

Ættin var beint inn á pallin, ið bleiv undirdíktur í regni. 

 

Regnið køvdi hittini

Fyriskipararnir skuldu tó havt ávarað Ali Campbell og hansara menn um, at tað kundi hendan, at tað regnaði inn á pallin. Tí kundi tað kanska verið eitt hugskot at vikið frá føstu raðfylgjuni av sangum, ið bólkurin hevur, so onkur av tøkuhittunum, sum UB40 bleiv kendur fyri, komu tíðliga í setlistanum. 

Tá regnið kom og køvdi reggae-tónarnar hjá UB40 featuring Ali Campbell, hevði bólkurin ikki spælt eitt av hesum hittum, ið bólkurin vanliga goymir til síðst.

Her verður hugsað um Red Red Wine (Neil Diamond-sangur), Kingston Town (Lord Creator-sangur), "Can't Help Falling in Love" (Elvis Presley-sangur) og "I Got You Babe" (Sonny & Cher-sangur). 

 

Eina løtu sá út til, at Ali Campbell og bólkur hansara ikki fór at koma út aftur á pallin, eftir at teir flýggjaðu av honum undan regninum. 

Men rós skulu Ali Campbell og tónleikararnir hava, at teir komu út aftur í oysandi áarførið og spældu "Red Red Wine" og "Can't Help Falling in Love". 

 

Ummælarar og gestir samdir

Nú hevur verið eitt sindur at meinings-togtogan um, hvørt tað vóru ummælarar og gestirnir, sum skuldu dáma ársins Summarfestival-skrá. 

Í gjárkvøldið vóru ummælarar og Summarfestivalgestirnir tó samdir um, at UB40 featuring Ali Campbell ikki stóð mát til at vera eitt berandi høvuðsnavn á Summarfestivalinum eitt fríggjakvøld. 

 

Sovorðnar konsertir skulu eisini vera partur av skránni á einum so stórum festivali um Summarfestivalinum, tí talan var um eina hugfarslig konsert við einum væl spælandi bólki, ið spældi eitt slag av tónleiki, ið vit sjáldan sleppa at hoyra her á landi. 

Men konsertin skuldi verið ein hugnalig seinnaparts-konsert á Vágsbøi ella í Tjaldinum, meðan nøvn sum Def Leppard, Bryan Adams og í tí kalibarinum eru høvuðsnavnið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979