Tveir nýggir stjórar í Poul Hansen-samtakinum

Tveir nýggir stjórar í Poul Hansen-samtakinum
Høgni Hansen, sum eigur samtakið og hevur verið stjóri seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi nevndarformaður
Frá vinstru Bára Hansen, Høgni Hansen og Tony Rasmussen.
 
12.08.2025 - 13:20

Poul Hansen-samtakið hevur gjørt bygnaðarbroytingar og sett tveir nýggjar stjórar, at reka framtíðarvirksemið hjá samtakinum.

Tey eru Bára Hansen, sum er dóttir fyrrverandi stjóran, Høgna Hansen, og Tony Rasmussen.

Høgni Hansen, sum eigur og hevur stjórnað samtakinum seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi nevndarformaður.

Poul Hansen-samtakið hevur eisini stovnað nýtt holdingfelag, Poul Hansen Holding, við verandi partaeigara, sum fer at eiga tvey ymisk partafeløg.

Annað verður P/F Poul Hansen, ið fer at reka Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás og annað handilsvirksemi, meðan hitt verður P/F Bryggjubakki, sum fer at fáast við íløgur, fastognir, dótturfeløg og annað virksemi.

Høgni Hansen verður arbeiðandi nevndarformaður fyri P/F Poul Hansen og P/F Bryggjubakki. Bjarne P. Bak, Rodmundur Nielsen og Bára Hansen verða nevndarlimir í báðum feløgunum.

Bára Hansen verður stjóri fyri P/F Bryggjubakki, meðan Tony Rasmussen verður stjóri fyri P/F Poul Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358