Viðbótin hjá fyrrverandi leiðara á Heilbrigdi í landsrættin

Viðbótin hjá fyrrverandi leiðara á Heilbrigdi í landsrættin
Føroya rættur segði í apríl í fjør, at Heilbrigdi skal gjalda 330.800 kr. umframt rentu í viðbót, men Heilbrigdi skeyt dómin inn fyri landsrættin
Sjúrður Knudsen fór frá sum leiðari á Heilbrigdi 1. februar í 2023.
 
14.08.2025 - 08:26

Eystari landsrættur skal meta, um avgerðin hjá Føroya rætti um viðbótina hjá Sjúrði Knudsen, sum var leiðari á Heilbrigdi, er røtt.

Føroya rættur segði í apríl í fjør, at Heilbrigdi skal gjalda 330.800 kr. umframt rentu í viðbót.

Heilbrigdi var eisini dømt at rinda sakarkostnaðin hjá Sjúrði Knudsen. Hann er 53.000 kr.

Heilbrigdi appelleraði dómin. Og Eystari landsrættur skal viðgera hann fríggjadagin í næstu viku.

 

Fráfaringaravtala

Sjúrður Knudsen fór frá sum leiðari á Heilbrigdi 1. februar í 2023 Tá var fráfaringaravtala gjørd millum hann og Heilbrigdi.

Hann segði seg hava gjørt avtalu um viðbót, tá hann var settur.

Men Heilsumálaráðið og Heilbrigdi vildu ikki góðtaka viðbótina, sum tí ongantíð var goldin.

Sjúrður Knudsen stevndi tí Heilbrigdi, og fekk viðhald í Føroya rætti.

Sjúrður Knudsen var leiðari á Heilbrigdi frá 1. mai 2018.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302