Trump og Putin hittast í kvøld

Trump og Putin hittast í kvøld
Amerikanski forsetin sigur seg hava góðar vónir um fundin
Hetta er fyrstu ferð í seks ár, at Trump og Putin hittast.
 
15.08.2025 - 12:08

Í kvøld klokkan 20, føroyska tíð, hittast amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, í Anchorage í Alaska.

Undan fundinum sigur amerikanski forseti seg hava góðar vónir, tí hann hevur fingið frið í lag í seks kríggjum seinastu seks mánaðirnar, segði Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið.

 

 

Tór Marni Weihe. 

 

Tór Marni Weihe, Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetrinum og kønur í russiskum viðurskiftum, segði í tíðindunum týsdagin, at hann væntar ikki, at nakað ítøkiligt kemur burtur úr fundinum í dag viðvíkjandi krígnum í Ukraina:

 

15082025_Tor_Marni

 

 

Kim Bildsøe Lassen. (Mynd: DR)

 

Hetta fyrstu ferð í seks ár, at Donald Trump og Vladimir Putin hittast andlit til andlits.

Teir báðir skulu sita yvir avhvørjum øðrum tveireinir í einum rúmi, við tveimum tulkum, meðan roynt verður at koma til eitt úrslit, sum báðir kunnu liva við.

Harumframt skal gerast greitt, um Ukraina skal haldast hernaðarliga uttanveltað ella ikki - og greið mørk skulu vera fyri, hvussu stórur ukrainski herurin kann vera í framtíðini.

Kim Bildsøe Lassen, tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í USA, er staddur í Anchorage í Alaska, og hann sigur, at tað ber ikki til frammanundan at siga, hvat kemur burtur úr fundinum, tí Trump er so óútrokniligur:

 

15082025_Kim_Bildsoe


 

 

(Mynd: Nathaniel Wilder/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Í Anchorage lata tey ongan iva vera um, hvar samhugin er.

Tí undan fundinum í dag var skipað fyri mótmælisgongu til frama fyri Ukraina seint seinnapartin í gjár lokala tíð.

Lettiska ríkissjónvarpið, sum eisini er í Anchorage, sigur, at fleiri hundrað fólk hava gingið mótmælisgongu bæði í gjár og í dag, og ukrainsk fløgg veittra allastaðni í býnum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345