Tjørnin í Gundadali komin aftur

Tjørnin í Gundadali komin aftur
Árni Helmsdal og Høgni Jensen hava fingið gomlu tjørnina í Gundadali aftur til heiður og æru
Høgni Jensen og Árni Helmsdal
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
18.08.2025 - 10:13

-  Hetta var eitt paradís, og í dag er næstan ein uppreistrardagur, eitt undur, nú vatn aftur er í tjørnini.

- Her eru nógv góð minni. Vit spældu eftir árstíðunum. Um veturin skoytaðu vit, og um summarið sigldu vit á flakum og bátum. 

Teir báðir Árni Helmsdal og Høgni Jensen eru ovurfegnir, nú gamla tjørnin í Gundadali er komin aftur. Tjørnin lá í haganum hjá Húsagarði, eisini kallað Mexico, nærhendis plantasjuna og plenuna í Gundadali. 

Beint við var Buglu- Jensen, og hann kundi onkuntíð skera tunnur upp, sum kundu brúkast til flaka. Onnur bygdu sær flaka við timbri, sum var hildið uppi við eyðkendu tundurkassunum, ið fólk høvdu frá Katrup, tá ið tey høvdu "bestilt" brennivín. Um vetrarnar var fult av børnum, tá ið tjørnin frysti, og yvirhøvur hava fleiri ættarlið av børnum góð minni frá tjørnini. 

Í fjør gav Tórshavnar býráð umhvørvisstuðul til verkætlanir við vatni sum evni, og tá komu Árni Helmsdal  og Høgni Jensen við uppskotinum at fáa vatn aftur í tjørnina í Gundadali, sum hevur ligið undir heilum síðan miðskeiðis í 80-árunum. 

Hoyr samrøðuna við Árna Helmsdal og Høgna Jensen um afturkomnu tjørnina í Gundadali.

1758589

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329