Verður vístur av landinum fyri grovan harðskap

Verður vístur av landinum fyri grovan harðskap
Eystari landsrættur hevur staðfest dómin í Føroya rætti
Eystari landsrættur hevur staðfest dómin í landsrættinum móti einum útlendingi fyri grovan harðskap.
 
19.08.2025 - 15:51

- Hesin dómurin hjá landsrættinium vísir, at útlendingar, sum fremja grovan harðskap í Føroyum, verða vístir av landinum.

Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.

Hon fegnast um, at Eystari landsrættur hevur staðfest dómin hjá Føroya Rætti móti einum útlendingi, sum hevur framt grovan harðskap, og sum fekk treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, og eisini varð vístur av landinum:

 

19082025_Katrin

 

 

 

Katrin Thoirsvig Hansen.

 

32 ára gamli maðurin, sum er úr Filipsoyggjunum, varð dømdur í Føroya Rætti fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og fyri ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.

Maðurin fekk í Føroya rætti eitt árs fongsul treytaleyst, og hann varð vístur av landinum.

Maðurin kærdi dómin. Hann hevur verið í varðhaldinum til nú, mál hansara varð viðgjørt í landsrættinum. 

Eftir dómin í dag varð maðurin koyrdur aftur í Mjørkadal, har hann hevur sitið í níggju mánaðir.

Í Mjørkadali verður hann sitandi tað, sum eftir er av dóminum, og síðani verður hann sendur av landinum, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040