Seta tiltøk í verk at betra úrslitið í Skotlandi

Seta tiltøk í verk at betra úrslitið í Skotlandi
Smoltalingin hjá Bakkafrosti í Føroyum og Skotlandi verður løgd saman og fær føroyska leiðslu
Úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðini var 65 mió. kr. fyri skatt. Í fjør var tað 388 mió. kr.
Mynd: Bakkafrost  
 
26.08.2025 - 14:08

Bakkafrost hevur havt stór hall í Skotlandi í fleiri ár, men nú verða stig tikin at betra úrslitið har.

Smoltalingin í Skotlandi verður løgd saman við teirri føroysku, og hon fær eisini føroyska leiðslu.

- Hetta meta vit er neyðugt at gera, fyri at fáa betri úrslit, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

 

 

Bakkafrost tók góð 7.000 tons av laksi í Skotlandi annan ársfjórðing í ár. Í fjør var tøkan 11.366 tons í Skotlandi (Mynd: Bakkafrost)

 

Nógv verri úrslit

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var nógv verri í øðrum ársfjórðingi í ár enn í fjør.

Tað var 65 mió. kr. í ár fyri skatt, men 388 mió. kr. í fjør. Orsøkin er sera lágur prísur, sigur Bakkafrost.

 

 

Regin Jacobsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tøkan var 16.020 tons í Føroyum og 7.034 tons í Skotlandi. Í fjør var hon 10.226 tons í Føroyum og 11.366 tons í Skotlandi.

Í Føroyum var fellið lítið, men í Skotlandi var stórt felli í smoltalingini. Orsøkin er sjúka.

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen í útvarpstíðindunum: 

 

26082025_Regin_1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325