“Gamli” Géza hevur spælt móti Manchester United

“Gamli” Géza hevur spælt móti Manchester United
Fyri 23 árum síðani spældi Géza Támas Turi móti Manchester United. Í kvøld hevur sonurin, Géza Dávid Turi, sama møguleika
Géza Támas Turi er í dag millum annað málmansvenjari hjá manslandsliðnum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
27.08.2025 - 13:11

Í kvøld spælir Grimsby Town móti Manchester United í 2. umfari í Carabao Cup. Í gjár skrivaðu vit, at tað okkum vitandi bara er ein føroyingur, sum hevur spælt móti besta liðnum hjá Manchester United. Tað var Meinhard E. Olsen, sum venjingardysti í 2019 tapti 1-0 móti Ole Gunnar Solskjær og Juan Mata.

 

Í kjalavørinum av greinini hava fleiri lesarar gjørt vart við, at pápi Géza Dávid Turi, fyrrverandi málverjin hjá Víkingi, Géza Támas Turi, hevur spælt móti Manchester United í síni yrkisleið. Tað var í 2002, tá Manchester United vann 5-0 á ungarska felagnum Zalaegerszeg. Stytt ZTE.

 

Géza Támas Turi, eisini nevndur "Gamli Géza", er føddur og uppvaksin í Ungarn, har hann spældi við ZET frá 2000 til 2003. Hann kom til Føroya at spæla við GÍ í 2006. Hann er í dag partur av venjaratoyminum hjá KÍ og er málmansvenjari á manslandsliðnum. Tað var í tíðini við ZTE, at hann var eykamálverji í undankappingardysti í Champions League móti Manchester United.

 

ZTE vann fyrra dystin 1-0 á heimavølli, men á Old Trafford traðkaðu Ruud Van Nistelrooy, David Beckham, Ole Gunnar Solskjær og Paul Scholes til og vunnu 5-0. Eitt korter fyri tíð fekk málverjin, Sasa Ilic beinleiðis reytt kort.

 

Í hansara stað kom Géza Támas Turi. Fyrsta uppgávan var eitt brotsspark, sum Ruud Van Nistelrooy skoraði upp á, hóast Gamli Géza valdi røttu síðu. Stutt fyri dystarlok setti Ole Gunnar Solskjær punktum við máli til 5-0.

 

Géza Dávid Turi var ikki fyltur ár tá. Nú 23 ár seinni hevur Géza Dávid Turi møguleikan at spæla móti enska stórfelagnum. Tó ikki á Old Trafford, men á Blundell Park í Grimsby Town. Dysturin verður í kvøld klokkan 20 og TV3 Max vísur dystin.


Ein samandráttur frá dystinum sæst við at trýsta HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858