Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis nógv størstur

Veljarakanning: Fólkaflokkurin framvegis nógv størstur
Javnaðarflokkurin er stóri taparin, og missir fýra tingsessir
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum sambært kanningini hevði fingið 10 tingsessir, var løgtingsval nú.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2025 - 15:01

Fólkaflokkurin hevði framvegis verið nógv tann størsti flokkurin, um løgtingsval var í dag.

Tað vísir enn ein veljarakanning, sum spyr.fo, hevur gjørt fyri Portalin. 

 

 

(Mynd: Portalurin)

 

Fólkaflokkurin hevði fingið 31,2 prosent og 10 tingsessir. Tað eru fýra fleiri, enn flokkurin hevur nú, men ein færri samanborið við seinastu kanning, sum var 26. mai.

Næststørstur er Sambandsflokkurin við 22,8 prosentum og átta tingsessum, sum er ein fleiri enn løgtingsvalinum fyri trimum árum síðani. 

Tjóðveldi stendur til at fáa 16,7 prosent og seks tingsessir, sum er tað sama sum á seinasta vali, men ein fleiri enn í seinastu veljarakanningini hjá Portalinum. 

 

 

(Mynd: Portalurin)

 

 

Javnaðarflokkurin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, er stóri taparin í nýggju veljarakanningini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Javnaðarflokkurin stóra afturgongd

Javnaðarflokkurin gongur nógv aftur samanborið við seinasta val. Hann hevði fingið 14,6 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og hevði mist fýra tingsessir. Á valinum í 2022 fekk Javnaðarflokkurin 26,6 prosent og níggju tingsessir.

Framsókn fer úr 7,5 prosentum niður í 7,4 prosent, og flokkurin missir ein tingsess. 

Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd í prosentum, men varðveitir báðar sinar tingsessir.

Heldur ikki í hesi kanningini røkkur Sjálvstýri upp um tinggáttina. 

15 prosent av teimum spurdu svara, at tey hava ikki tikið støðu. 1,1 prosent høvdu ikki farið á val, og 3,4 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt blankt. 

Óvissan í kanningini er upp til 3,4 prosent.

Ingi Samuelsen, journalistur á Portalinum, verður í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 16.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050