SEV brúkar 10 mió. kr. afturat til at kanna pumpuskipan í Vestmanna

SEV brúkar 10 mió. kr. afturat til at kanna pumpuskipan í Vestmanna
Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur samtykt at geva nevndini heimild at brúka 10 mió. kr. afturat til at kanna verkætlanina Mýruverkið-2, sum er pumpuskipanin omanfyri Vestmanna
Haraldur Hammer, nevndarformaður í SEV, fegnast um greiða meirilutan, ið hann hevur fingið frá eykaaðalfundinum at kanna pumpuskipanina í Vestmanna
 
29.08.2025 - 12:52

SEV heldur fram við at kanna verkætlanina Mýruverkið-2, sum er pumpuskipanin oman fyri Vestmanna.

Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur fyrrapartin tikið støðu til, um nevndin skal fáa heimild at brúka 10 milliónir krónur afturat til at kanna verkætlanina, sum varð steðgað í fjørsummar, tá kostnaðarmetingin var komin upp á 2,2 milliardir krónur, umleið 900 milliónir meira enn upprunaliga mett.

Frammanundan eru brúktar umleið 60 milliónir krónur til at kanna hesa verkætlan, ið av mongum er mett at at vera ein fortreyt fyri grøna orkuskiftinum, tí á henda hátt ber til at goyma grøna orku. 

Frá SEV-fundinum fyrrapartin.

 

Stórur meiriluti av aðalfundinum gav nevndini heimild at brúka 10 milliónir afturat. Heili 65 atkvøður vóru fyri og átta atkvøður vóru ímóti.

Haraldur Hammer, nevndarformaður í SEV, fegnast um greiðu heimildina frá eykaaðalfundinum at fara víðari við verkætlanini. 

Hoyr samrøðuna við Harald Hammer, nevndarformann, her: 

 

Haraldur_Hammer_SEV_samroda


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542