Prestur: Bíbilsk nøvn væl umtókt

Prestur: Bíbilsk nøvn væl umtókt
Nóa var best umtókta dreingjanavnið í fjør
Heri Joensen, prestur.
 
01.09.2025 - 14:44

Flest vilja hava stutt navn.

Tað sigur Heri Joensen, sóknarprestur, sum sjálvur hevur stóran áhuga í nøvnum og hevur doypt børn í ein mansaldur.

Bíbilsku nøvnini halda fram at vera væl umtókt, og einki bendir á, at bíbilsku nøvnini fara av móta, sigur hann. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01092025_Heri_um_novn


 

Átta fingu navnið Nóa í fjør

Nóa var best umtókta navnið, sum dreingir føddir í 2024, fingu. 

Átta dreingir fingu navnið Nóa. 

Seks dreingir fingu navnið Jákup, skrivar Hagstovan.

Onnur vælumtókt nøvn eru Matteo, Brandur, Eiri og Elias.

Sjey dreingir, sum vóru føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Navnið Nóa er nýtt í Føroyum, -  tað var fyrstu ferð brúkt í 2002.

Nú búgva 76 dreingir og menn, sum eita Nóa í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858